You also want an ePaper? Increase the reach of your titles
YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.
Felagssangur

á Ovastevnu 2016
Eitt summarkvøld í Nólsoy

Vit sigla út frá Kongabrúnni,

vit leggja út av Havnar vág,

út í blíða bárubroti,

fríska lotið lívgar sál.

Okkar kós er beinur eystan,

har er eitt frístað fyri stavn,

ei stress og býarlarmur,

okkar sinni tøla kann.

Tí eitt summarkvøld í Nólsoy,

tá í vestri niður fer,

sól, ið gyllur bláa loftið,

frið og gleði okkum ber.

Her tú hoyrir fuglar láta,

yndisligt um vøll og vál,

her tú finnur frístað til tína sál,

burt frá býarins róp og skrál.

Og tá ið náttin stilla kemur,

vit síggja bátar stevna fram,

hugnaligur kvøldarlarmur,

hesir bátar søkja havn.

Nú, ið dimmið fjalir landið,

hittast vit til sang og dans,

harmonikan fær valdið,

og vit dansa lættan vals.

2
Dýrd á vík og vág

Dýrd á vík og vág.

Rúmdin føgur blá.

Snjóhvítt summardáalak um eingir.

Grasið leiftrar frítt.

Lotið kennist lýtt.

Mýrisnípan spennir sínar veingir.

Rodna rók og røð.

Búnast blómubløð.

Smálomb spæla sær á grønum slætta.

Ornar urðargrót.

Haran fim og fljót

spelar sum eitt fok á reyni bratta.

Unglingar og sprund

virka nú við skund:

Hann við líggja, hon við síni rívu.

Hennar brá og bros -

hansar’ skemt og tos -

ber bert boð um tvey, ið líka lívið.

Fagra fjálga stund!

Silvitni um sund.

Fróir flúgva fuglar millum fjalla.

Teirra káta mál

berst um vall og vál.

Gævi dagur aldri fór at halla.

3
Letingin

Hvat havi eg gjørt? Tað er púra ørt.

Vit nutu bæði sælan bygdafrið.

Eg skilji ikki hví, men skriva til mín

-tí mær leingist eftir tær, tað er vist.

Ja, hví hví fór tú frá mær?

Sig mær hví er tú stungin av?

Eg fái ongan mat og kalt er afturat.

Her í smáttuni, sum mamma mær gav.

Tú bøtti og bant og vaskaði alt.

Tú mjólkaði og ansaði mítt fjós.

Tú smurdi mína byrsu, klóðraði mín rygg.

Og tú høgdi pinnabrenni so fró.

Jú tú koyrdi tøð og velti mín bø.

Tvær eplaveltur og eitt tótakál.

Tú málaði tak, og eg hugdi at,

so tú ikki skuldi detta útav.

So segði tú mær, at nóg mikið var.

Tú orkaði ei longur síggja meg.

Tú ongar grundir gav, tú stakk bara av.

Tú fært ikki beri mann-haldi eg.

4
Fagra blóma

Fagra blóma, tú sum prýðir

fjallatindar, berg og skørð,

bø og ong og grønar líðir,

hvat er fagrari á jørð?

Eina blómu tó eg kenni,

fagrast hon av øllum er,

sjálvt ein rósa líkist henni:

tað er hon eg valdi mær.

Blómur spretta móti vári,

følna, tá ið heystið er.

Mín hon blóma man alt árið,

um so kalt og kavi er.

Einaferð hon bert kann blóma,

følnar hon, eg følni við.

Fylgja skal eg blómu míni

til tann síðsta hvíldarfrið.

Eg minnist úr gomlum søgum

1. Eg minnist úr gomlum søgum,

sum móðir mín segði frá

um Føroyar í gomlum døgum,

hvussu føroyingar vóru tá:

roysni og brøgd at gera

teimum á hjarta lá,

høgt mundu teir høvdu bera,

tí fríbøndur vóru teir tá.

2. Trúfastur altíð var maður,

vildi ei bróta sítt orð,

í vertskapi fróður og glaður

við egið sum við annans borð.

Ei vin í neyð teir gloymdu.

æran var teirra mið,

og hana so væl teir goymdu

alt eftir norðmanna sið.

3. Tá stongd var ei bóndans stova,

um ókunnugt fólk kom á leið,

men rómastampur úr kova

og válgarin spardust ei.

Tann, ið av lítlum varð argur,

varð hildin fyri spottt,

tann, sum var ræddur og kargur,

fekk mangan ótelgdan tátt.

4. Ein maður við røttum sinni

kann látast av rók og rong

men leingi skal liva hans minni

í søgu so væl sum í song’.

Latið ei søguna doyggja,

goymið hana so væl,

í dreingja sinni og moyggja

hon mikið útrætta skal.

5
Fredrykkur

Eg búgvi í Nólsoy ein fitt lítil bygd

mín heilsa er góð, havi sindur av gikt

eg bygdi mær hús bæði vøkur og stór

og í kjallaranum havi eg fretdrykk og bjór.

Har bløðrar so lystiligt angar av ger,

tað søtur musikkur í oyranum er

tað smakkar av rennu og flóru í senn

men kenning tað gevur til kvinnur og menn.

Hvat fretdrykkur er skal eg nú siga frá

ein leskiligur drykkur har froða er á

tak so sugur og vatn, lat so súrdeiggjið í

sum smakk eina skrá og súreplir trí.

Ein kaggi av løgi hjá mær var í gerð

hann aftan kaminuna væl goymdur er

ein lenistól hevði eg standandi hjá

og eitt pottamál so eg kundi smakka mær á.

Ein dagin eg júst hevði oyst mær uppúr

tveir svartklæddir menn út úr Havn komu túr

eg beyð teimum fretdtykk og bita av skrá

men teir stoyttu mær kaggan út í eina á.

Í vár bleiv eg giftur og tað varð eitt skil

hon ruddaði kjallarin men eg helt meg til

eg bjargaði kagganum og stólinum við

eitt høsnarhús er nú mítt friðareksil.

6
Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt

Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt

og gamalt vinalag,

hvør skuldi gamlar gøtur gloymt

og mangan góðan dag.

Fyri mangan góðan dag, ið var,

drekk nú eitt glas við mær,

vit tøma eina vinaskál

og minnast tíð, ið var.

Vit runnu upp í brekkurnar,

har blomstur vaks og ber,

men síðan varð mangt sporið tungt

í tíð, sum farin er.

Vit spældu allan dag við skip

og floyttu eftir á,

men leingi vítt og vágvilt hav

ímillum okkum lá.

Her rætti eg tær bróðurhond,

og rætt tú tína mær,

vit bera glas at munni so

og minnast tíð, ið var.

Tú koksast ikki, vinur mín,

og eg skal fylgja tær,

vit tøma báðir brøðraskál

og minnast tíð, ið var.

7
Kristina fyri handan Á

1. Til tín eg sendi hesa vísu,

Kristina fyri handan Á.

Hon er um ferðina við hýsu.

Vit sigldu vandasjógvin tá.

Tað vóru Per á Sondum

og hesin gamli her.

Við Súluni av Strondum

vit gjørdu hesa ferð.

2. Har slongdust vit í havsins veldi,

av versta vestanveðri var.

Vit vóru sum í einum eldi,

eitt flogfar her, ein knøttur har.

Tá segði Per á Sondum:

“Eg sigi fyri meg,

vit sigla sum á brondum,

so Gud forbarmi seg.”

3. Groth hýsuna í Grimsby seldi

og fyri allarbesta prís –

tá vóru vit í sonnum veldi –

ja, næstan sum í Paradís.

Tá keypti eg tær frakka

og grønar skógvar við –

mær sjálvum leðurjakka

av allarbesta snið.

5. Og Súlan út á blotan legði,

gróv kjálkan djúpt í aldukamb.

Hann frískað upp av suðri hevði,

so hvør ein skeki stóð á tamb.

Hon var seg um at sora

so manga ódnar økt;

men lív var innanborða,

og hvør lanterna sløkt. –

6. Við ongu ljósum, uttan ótta,

vit sigldu inn á tryggan vág.

Her eingir vandar okkum hótta –

og postur gongur til og frá.

Nú sendi eg tær frakka

og skógvar uttan tá;

tó, ikki skalt tú takka,

Kristina handan Á. –

7. Eg elski teg, tú væna kvinna,

sum bíðar mær á heimastrond,

tí tú ert von og verd at vinna;

brátt skyggir ringur tær á hond.

Tú gert meg ovurglaðan,

og hvar tú setir fót,

eg síggi grønan hagan –

og rósugrógvið grót.

4. Og meðan vit í Grimsby lógu,

varð Súlan gamla stásað upp.

Tað søgdu øll, sum hana sóu,

at hon var heimsins besta slupp.

Og tá avstað vit sigldu,

var málað alt og brætt. –

Tvey flogfør okkum fylgdu

av landi út á slætt.

8
Eg var mær og vitjaði bróður

1. Eg var mær og vitjaði bróður,

sum er størri og eldri enn eg;

mangan hevur hann verið mær góður,

mangan víst mær á beinasta veg.

Greiddi eg honum frá,

hvussu vónloysi lá

yvir mær og so mínum landi við.

2. Eg við sorg honum sannleikan segði,

at her kuldin skjótt drap hvørja vón.

At tann kavi, sum veturin legði,

ikki tána vil burtur av lón,

at her stird er hvør sál,

sum hon úr heljar skál

hevði drukkið havt deyðadrykkin sín.

3. Bróðir mín leit seg um, og hann bendi

á tað land, sum hann nú hevur bygt!

Sólin logandi ljósgeislar sendi,

kveikti lív í hvørt sovandi kykt:

og har sungu tey øll

– fólk í smáttu og høll –

sungu eldhugavónir út um land.

4. Og hann mælti tey orð á tí sinni

– tey í sál míni enn ljóða hvøll -:

Kæri bróðir mín, legg tær í minni,

at vit sjálv eiga lívsneistar øll,

at tað verður eitt bál,

um at hvør mannasál

leggur sín neista til hin sama eld.

9
Pilturin

Eg eri ein piltur á ellinta ári

Við brókum ið knappliga røkka á knæ,

Frøknut er nøsin, og stuttklipt er hárið

Við lið hongur svørð gjørt úr harðasta træ.

Tað verður ei leingi til stórur eg verði

Men enn er tað mesta fortreð, ið eg geri,

Men skjótt verður tað ikki so.

Tá eg verði stórur, tá verður tað betri,

Tí tá kann eg gera alt, hvat eg vil,

Tá kann eg baksa á sumri og vetri

Á sjógvi og landi, sum hugur er til.

Men enn tekur mamma meg ofta í oyra

Og sigur, at nú skal tú lítli mín hoyra

Tú ger ikki meira fortreð.

So skjótt sum eg prestahond fái á skallan

Eg keypi mær bát og ein sterkan motor,

Kalvan og toskin og hýsuna alla

Við ongli og króki eg syfti umborð.

Eg keypi ein veðr fyri trýhundrað krónur

Úr handlinum keypi eg túsund patrónir,

Og skjóti ein skarv og ein hval.

Eg fari til Grønlands við “Jógvan Elias”

Tí dangurnar tími eg ikki umborð

Tað halda pápi og eg vera frægast

Hoyr lítli mín, minst bara á hesi orð:

Hvat tær enn berst á, verð, tú bara ikki bilsin

Tak hendur í alt bæði í trolið og gilsin,

So blívur tú drúgvast til mann.

10
Um heystið tá eg komi aftur til landið

Eg fari til Havnar og meldi meg til,

Tí skiparaskúla tað er eingin vandi,

Har fái eg brúk fyri viti og skil.

Eg læri til skipara, stýrimann so lættan,

Tá kenni eg meg sum ein sjómann so rættan,

Ja, tá verður frøði á mær.

So steðgi eg heima í mánaðar fýra,

Og haldi so leiðina suður í verð,

Ein dampara stóran eg sjálvur skal stýra,

Ið siglir við meira enn tjúgu míls ferð.

Í Afrika eg mær ein apukatt fangi,

Í Kina ein túr eftir múrinum gangi,

So vinki eg til Chu-en-lei.

Úr Japan her keypi eg koppar og skálir,

Úr Russlandi vodka og gott kaviar

Úr Týsklandi riflur og trýstrentar nálir

Til Onglands ein túr og har eg fari á barr,

So vendi eg skútuni móti Alaska,

Har skal eg ein posa av gulli mær vaska

Og smugla hann heimaftur við.

Eg komi til Nólsoyar aftur at búgva

og byggi mær hús bæði vøkur og stór,

tá skulu tit øll, sum meg hoyra mær trúgva,

eg eri væl ríkari enn tá eg fór.

Tá manglar mær bara tað hentasta henta

Ein ung og ein føgur og yndislig genta,

Eg fái at giftast við mær.

11
Kvøða til Nólsoynna

Hygg oyggin har liggur, so long og so mjá,

ei fagrari stað tú nakrantíð sá.

Við fugli í haga í urð og í líð

Jú, vakrast er oyggin um hásummartíð.

Nólsoy, tú mín huga at tæt altíð dregur.

Heima og úti mín kærleika hevur.

Á sumri og vetri, tá ið skip fer um lond,

tá ið so kyrt er við landið,

og tá ið brim er við strond

Har sunnast á oynni tú vitarnar sær,

men Nólsoyar viti heiðurin fær.

Hann ljósgeislar sendir so langt yvir vág.

Tað fyrsta av Føroyum mong skútan her sá.

Men tá ið so brimið mót Eiðinum slær

og klívur við sjónum oynna í tvær.

Tá maður av húsi dró bátin av leið,

tí brimið tað brýtur so høgt upp um Eið.

Og tá ið so víkin av seiði er fylt,

tú fær hann á dyrging og nót um tú vilt.

Í avgomlum døgum av bygd komu før,

tí nógvur var seiður við Nólsoyarfjørð.

Men stongin og Borðan tey siga mær frá,

At her liggur Nólsoy so long og so mjá,

við fugli í haga, í urð og í líð.

Jú vakrast er oyggin um hásummartíð.

12