12.08.2013 Views

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

MEININGAR

MEININGAR

Nr. - · - 2010

Nr. 46 · 5. mars 2012 9

ODDAGREIN

Ogn Føroya

fólks

Stór ráðstevna var í Norðurlandahúsinum

fríggja dagin um fiskivinnu okkara.

Fleiri føroyskir og útlendskir fyrilestrarhaldarar

royndu at seta fokus á fiskivinnuna, sum

hon er skipað og hvussu hon kanska eigur at

skip ast.

Lat tað vera sagt beinanvegin, at tað var andstøðan

á Løgtingi, sum skipaði fyri stevnuni.

Eini 500 fólk luttóku í stevnuni.

Fyri at fáa eitt gott kjak um, hvussu vit eiga at

skipa okkum, so hevur tað alstóran týdning at

vitanin millum okkum sum kjakast er so stór og

breið, sum yvirhøvur tilber. Hendan ráðstevan

var við til at lyfta vitanarstøðið eitt sindur hægri

upp.

Grundleggjandi snýr alt seg um, hvør eigur

rætt indini til at fiska føroyska tilfeingið, hvat

skal gjaldast fyri tað og um tað skulu vera loyv ir,

sum eru umsetilig.

Makrelurin undir Føroyum hevur vakt kjak ið

aftur nú, men longu í 2007 samtykti Løgting ið

at loyvini skulu fella aftur til landið í 2018.

Hendan samtyktin var gjørd í so góðari tíð, so

øll hava møguleikan at fyrireika seg til 2018.

Politiskt skal støða takast til, hvussu vit skipa

fiskivinnuna eftir hendan dag og helst skal tað

avgerast í góðari tíð.

Orsøkin til lógarbroytingina í 2007 var, at

summi høvdu selt loyvir, sum tey fingu fyri onki

frá landinum, fyri 100-tals milliónir. Hetta var

nakað, sum táverandi Løgting ikki helt kundi

halda fram.

Loyvini eru skuldarbyrðan í fiskivinnuni, tí

skal tú hava eitt skip, so mást tú eisini keypa tær

eitt loyvi. Loyvið verður keypt frá einum í

vinnu ni, sum annars hevði fingið brúksrætt til

ogn Føroya fólks fyri onki.

Ein eitt sindur løgin skipan, sum flestu fyrilest

rarhaldararnir vístu á. Til dømis vísti Kári

Pet ersen, búskaparfrøðingur á, at eitt trolara par

var selt fyri sjey milliónir. Tað loysti ongantíð

frá bryggju og tá ið tvey ár vóru farin, vóru

skipini seld fyri 300.000 krónur. Altso vóru 90

prosent av keypsprísinum, prísur fyri loyvini,

sum skipini høvdu fingið ókeypis.

Í løtuni stendur á politisku skipanini: hvussu

við makrelinum í ár og hvussu við loyvunum?

Eitt boð er tilfeingisrenta og eitt annað boð

er, at loyvini ikki eiga at kunna seljast, men eiga

at fella aftur til landið. Hvør loysn verður vald,

fer at vísa, hvør hevur valdið í Føroyum.

Fólkaflokkurin einsamallur - ella restin av

teimum fólkavaldu?

DIMMALÆTTING:

Stovnað 1878

Ábyrgdarblaðstjóri:

Árni Gregersen

Blaðstjóri: Brynhild Thomsen

Útgevari: Sp/F Dimmalætting

Prent: Prentmiðstøðin

AVGREIÐSLA:

Mánadag til hósdag

kl. 800-1600.

Fríggjadag kl. 800-1530.

Tlf. 790200 Fax 790201

bokhald@dimma.fo

HALDARATÆNASTAN:

Tlf. 790205

Mánadag til fríggjadag

kl. 800-2000

BÚSTAÐUR:

Staravegur 5,

Postboks 3019

FO-110 Tórshavn

T-POSTUR:

redaktion@dimma.fo

lysing@dimma.fo

haldari@dimma.fo

Er onki tilboð til 3. flokk?

Bogi Andreasen

varaborgarstjóri

Tórshavnar Kommuna

Tann 10. november

2011 høvdu

foreldraráðini fyri

flestu frítíðarskúlar í

Tórshavnar Kommunu

innkallað til ein

áhugaverdan fund fyri

umsiting og

býráðslimum í

Posthúskjallaranum,

har vit viðgjørdu skriv

frá foreldraráðunum

Í skrivinum varð inniliga

heitt á kommununa um at

betra frítíðarskúlatilboðini

til serliga 3. flokk.

Síðan tá havi eg sent

kommununi fyrispurning,

um ætlanir eru um at víðka

frí tíðarskúlatilboðið til 3.

flokk í ár. Umsitingin arbeiðir

við einum frí tíðarskúlatilboði

til 3. flokk og

eini alternativari loysn,

sum eisini umfatar 4., 5. og

6. flokk, men málið er ikki

viðgjørt politiskt enn.

Tá samgongan enn ikki

hevur viðgjørt hetta, so

bendir tað á, at tað verður

onki frítíðarskúlatilboð í

ár.

Hetta er sjálvandi púra

ófor svarligt, at triðjafloksbørn

ganga fyri vág

og vind. Vit mugu tí gera

okkurt. Um tað ikki verður

frítíðarskúli, so mugu vit

kunna skipa eitt ”barnahús”

ella líknandi, har børn frá

3. til 5. flokk kunnu koma.

Tann 10. november vóru

umboð fyri samgonguna

og borgarstjórin sjálvur

sera jalig, men tað er ikki

nóg gott, at áheitanin ikki

er tikin í álvara og at onki

er gjørt við hetta enn. Tí

má hetta loysast nú.

Tað ganga fleiri enn 600

børn í frítíðarskúla í Havn,

og tey yvir eitttúsund foreld

rini eftirlýsa, at til boðini

verða víðkað, tí at málið er

so átrokandi, at tað má

viðgerast beinan veg in. Ein

trupulleiki er, at frí tíð arskúlin

er stongdur, tá skúlin

er stongdur, t.v.s. at

børn ini 12 vikur um árið

ikki verða ansað, sum tey

burdu, tí frítíðin hjá foreld

runum røkkur ikki til.

Uppkot eru til fleiri

loysnir, men eyðsæð er, at

ein frítíðarskúli til serliga

Rundkoyring sjálvandi

Jan Christiansen

Býráðslimur í Tórshavnar

Kommunu

Nú hevur kjakið aftur

tikið seg upp, um

besta ferðsluloysnin

við vegamótið Eystari

Ringvegur/

Hvítanesvegur er ein

rundkoyring ella

ferðsluljós

Øll vita vit, at ferðslutrupul

leikar eru ávís tíðarbil

á degnum, og eru tað

serliga nøkur vegamót, ið

eru serliga trupul og ”irriterandi”

at koyra gjøgnum.

Inn koyringin til Ringvegin

í Hoydølum er óivað tað

punktið, ið er tað strævnasta

at skula fara um, serliga

tíðliga á morgni.

Vit hava gjørt nakrar

rund koyringar í Havnini

sein astu árini, og hava

hesar virka einastandandi

væl. Á Ringvegnum eru

tvær rundkoyringar, og

kunnu vit ikki ímynda okkum,

hvussu ferðslan vildi

gingið, um hesar ikki vóru.

Ferðsluljósini í býnum

hjálpa eisini til at fáa

ferðslu na til at ganga betur,

og eru tey har, ið pláss

ikki er til at gera eina

rundkoyring. Øll, ið koyra

í býnum, vita, at ein rund-

koyring er fleiri ferðir

betur ferðsluloysn enn

ferðslu ljós, men kortini vil

meiri lutin í býráðnum enn

einaferð brúka nakrar

hund raðtúsund krónur til

at kanna hesi sokallaðu

klóku ferðsluljósini.

Grund gevingin hjá teimum

er, at ein donsk ráð gevara

stova hevur framrokn að

ferðslu na í býnum og er

komin til, at trupulleik ar

møgu liga einaferð í framtíðini

vilja verða við eini

rund koyring. Hendan

danska ráðgevarastovan

dug ir sanniliga at skriva

rokn ingar, og sigast má, at

væl ber til, tí Tórshavnar

rind ar gleðiliga.

Eg havi tosað við fleiri

taxa- og bussførarar, ið eru

okk ara ferðsluserfrøðing ar,

Føroya fremsti miðil

...les Dimmalæing

3. flokk er neyðugur. Tá

eru flestu børn ov smá at

ganga heim og at vera

einsamøll stóran part av

seinnapartinum.

Vart er gjørt við hetta

fleiri ferðir, so hetta er ikki

nakar nýggjur trupulleiki

fyri kommununa. Og sumstaðni

eru tilboð fyri 3.

flokksbørn. Men eftir er, at

kommunan tryggjar, at øll

børn í 3. flokki fáa tilboð

um frítíðarskúla nú í

summ ar.

Eg fari at heita á leiðsluna

í kommununi um beinan

vegin at viðgera málið,

og síðan fylgja ráð unum

frá foreldraráðunum um at

gera eina tørvs meting,

soleiðis at komm unan kann

veita tilboð sum sam svara

endamálinum fyri frítíð arskúlar.

Hetta má gerast nú.

og eru teir sannførdir um,

at einasta rætta ferðsluloysn

in um vegamóti Eystari

Ringvegur/Hvíta nesveg

ur er ein rund koyr ing.

Ja, fleiri av teimum fráráddu

harðliga, at kommun

an setti ferðsluljós har, tí

tað vildi bara gera støðuna

verri, enn hon er nú.

Lat meg enda við at siga,

at danska ráðgevarastovan

eisini vísti á, at í vegamótum

við ferðsluljósum henda

rætti liga nógv álvarslig

óhapp, men at slík næstan

ikki koma fyri har ein

rund koyring er.

So, svarið er rættiliga

greitt. Lat okkum fáa eina

rund koyring um vegamótið

Eystari Ringvegur/Hvítanes

vegur.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!