12.08.2013 Views

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

SETT UPP: REGIN DAVIDSEN

INNANLANDS

8 Nr. 46 · 5. mars 2012

Tann óvanligi vinningurin

skal skattast hart

Loyvistíðin skal vera

so stutt sum gjørlig

og alt óvanligt avkast

skal skattast hart. Tað

var boðskapurin hjá

Jørgen Birk Mortensen,

heiðursprofessara

og fyrrverandi donskum

vísmanni, á ráðstevnu

um fiska tilfeingi

GEORG L. PETERSEN

- Danmark gjørdi, í mun

til Noreg, eina rúgvu av

mistøkum, tá oljuvinnan

tók seg upp. Millum ann að

var inntøkan til danska

sam felagið alt ov lítil og

av talan við Mærsk/A. P.

Møller alt ov long. Av

somu orsøk bar tað als ikki

til at tillaga seg broyttar

um støður. So at siga einki

kom í danska statskassan

frá oljuvinnuni frá 1962

inn til avtalan varð endurnýggjað

í 2003.

Millum annað hetta segði

danski heiðurs pro fess arin

við Købenshavns Universi

tet, Jørgen Birk Morten

sen á ráðstevnu í Norður

landahúsinum fríggjadag

in, undir yvirskriftini

”Fólksins ogn ella”, sum

Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi

og Framsókn skipaðu

fyri.

Jørgen Birk Mortensen

hevur eisini verið danskur

vísmaður, og kom við góðum

búskaparligum ráð um

til donsku stjórnina í áravís.

- Tað er munur á at

skatta ráevni úr undirgrund

ini og fisk. Olja tømist

sum frálíður, meðan

fiska stovnarnir skulu endur

nýggja seg. Men í báð um

før um er talan um ein rætt,

sum verður givin fyritøkum

at vinna pening av einum

tilfeingi, ið samfelagið

eigur, sigur Jørgen Birk

Mort ensen.

Einki í kassan

Fyrilesturin hjá danska

pro fessaranum nevndist

”Af taler og beskatning av

den danske olie og gas i

Nordsøen”, og snúði seg

um hvussu staturin kann

fáa somikið í avgjøldum frá

ráevnisframleiðslu, uttan at

tað nervaði virkishugin hjá

feløgunum.

Í 1962 fekk A. P. Møller/

Mærsk einkarrættin at

vinna olju úr danska partinum

av Norðsjónum.

Danska felagið leitaði sær

stuð ul hjá Chevron og

Shell, men sat at enda

einsamalt á rættinum. Sum

frá leið lat felagið eisini

onn ur sleppa upp í part,

men sat sjálvt eftir við øllum

teimum gevandi økjunum

í Norðsjónum.

Einkarrætturin at vinna

olju fekk A. P. Møller/

Mærsk í eitt 50 ára skeið,

utt an at tað gav danska

- Tilfeingisrentan skal skattast

hart, og so skulu myndug leikarnir

krevja fult gjøg numskygni,

varð boðskapurin hjá

danska heiðursprofessaranum

og fyrrverandi vísmanninum,

Jørgen Birk Mortensen.

Danski skatturin á tilfeingisrentuna

viðvíkjandi oljuni í

Norð sjónum er bara 71 prosent

sammett við tilfeing isrentuskattaprosentið

í Noregi,

sum er 85 prosent

Mynd: Bjartur Vest

sam felagnum stór vegis

burt ur úr. Talan var um

van ligan partafelags skatt,

ein skatt fyri eina alment

lagda rørleiðing og so nakað

í royalty.

- Veruleikin var, at so at

siga einki kom í danska

stats kassan øll hesi árini,

segði Jørgen Birk Mort ensen.

Uppsagnarfreist

Avtalan við Mærsk skuldi

ganga út í 2012, og í 2003

varð nýggj avtala gjørd

mill um statin og stóra

danska felagið, sum veruliga

hevur fingið nógv

burt urúr oljuævintýrinum.

Nýggja avtalan fekk ikki

so langa gildistíð sum tann

gamla, men hon varð long

kortini - 30 ár.

Av eini ella aðrari orsøk

so kom ein serliga áseting í

sátt málan, sum gjørdi at

sátt málin næstan ikki kann

sig ast upp. Verða skattavið

urskiftini broytt, so

hev ur Mærsk tryggjað sær

eitt endurgjald í avtaluni.

- Tað vísir seg nú, at

stat urin fær alt ov lítið í

mun til tann óvanliga vinningin,

Mærsk fær burturúr

oljuni. Politikarar hava nú

reist spurningin, um tað

FAKTA

Tilfeingisrenta

Tilfeingisrentan er tann inntøka, ið fæst við at

gagn nýta eitt tilfeingi, og sum er størri enn tað, ið

kall ast kann vanlig inntøka av arbeiðsmegini og

normal avkasti av ílagda kapitalinum. Tilfeingisrentan

kann kallast ein óvanligur profittur, sum kann

for vinnast alt tíðarskeiðið, ið eitt tilfeingi verður

gagn nýtt.

Meðan skattir á vanliga løn og vanligan íløgu profitt

hava ógagnlig árin og ávirkan, so eru millum

sera lítlar og ongar skaðiligar avleiðingar av at

skatta tilfeingisrentuna. Tí er ikki undarligt, at búskap

ar frøðingar mæla til at skatta tilfeingis rentuna

fyri at lætta um inntøkuskattirnar

Kelda: Department of Economics, Copenhagen Business

School, ”Ressourcerente - skattemodeller med særligt henblik

på grønlandske forhold, Lars Lund, 2007”

ikki loysir seg at siga avtaluna

upp kortini, segði

Jør gen Birk Mortensen.

Hann ávaraði føroying ar

at gera tílíkar avtalur ella

bind ingar. Ein ávís uppsagn

arfreist skal vera, fyri

at íleggjarin kann tryggja

seg, men hon skal helst ikki

vera longri enn eini átta ár

sam bært danska professara

num. Tað skal vera

møgu ligt at laga seg til

broytt ar umstøður í samfel

agnum, og tær kunnu

broyta seg munandi yvir

30 ár.

Javnvág

Í Føroyum hevur verið tosað

um fleiri sløg av gjaldi á

serliga makreltilfeingið.

Tað kann vera eitt gjald

fyri hvørt kilo, gjald umveg

is uppboðssølu, ella

skatt av yvirskoti.

Norska og danska oljuvinnan

skulu rinda skatt av

óvanligum yvirskoti, ella

av tilfeingisretuni. Tilfeing

is rentan er tað ser avkast,

sum vinna fær av eini

rávøru, sum hon hevur

ókeyp is atgongd til. Av

hesi tilfeingisrentu kann

ein tilfeingisskattur so

leggj ast.

Tað kann vera trupult at

meta hvat eitt óvanligt

yvir s kot er, men sambært

danska professaranum ber

lættast at meta seg til hetta,

um kapping er um at fáa

loyv ini. Íløgur, tapsvandi

og annað skal eisini roknast

inn.

Í Noregi er skatturin 85

pro sent av hesum óvanliga

yvir skotinum, meðan hann

í Danmark er 71 prosent.

Tað er hetta prosenttal,

sum danskir politikarar nú

vilja hava upp, men tað

kann kosta dýrt, um tað

endar við, at Mærsk fer í

rættin við danska statinum.

- Eg haldi at læran er, at

einkarrættur og langar avtalur

ongantíð er gott. Tilfeingisrentan

skal skatt ast

hart, og so skulu mynd ugleik

arnir krevja fult gjøgnum

skygni. Vit mugu tó

altíð finna javnvágina, og

ein skattur skal ongantíð

vreingja hugin at gera

neyð ugu íløgurnar.

Tað kann vera trupult at meta

hvat eitt óvanligt yvirskot er,

men sambært danska

professaranum ber lættast at

meta seg til hetta, um

kapping er um at fáa loyvini.

Íløgur, tapsvandi og annað

skal eisini roknast inn. ’

Mynd: Bjartur Vest

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!