12.08.2013 Views

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Nr. 46 · 5. mars 2012 INNANLANDS

7

fáum einarætt til fiskin

Thorvaldur Gyflason, professari, talaði við stórum og álvarsligum stavum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin um “fólksins ogn” og

kom við hvassari ávaring til føroysku politikararnar. At lata nøkrum fáum reiðarum tilfeingið ókeypis fer bæði at elva til skeiklan av

valdinum í landinum, til húsagang, umframt at hetta er ólógligt sambært alttjóða lóg, segði hann. Í 1984 gav íslendska stjórnin

nøkrum fáum reiðarum kvoturnar ókeypis, í 1990 bleiv lógligt hjá kvotabarónunum at selja tær við risastórum vinningi, hetta var,

sambært professaranum, viðvirkandi til bólgnandi bankabløðruna, tá kvoturnar vórðu settar í veð, - og at enda til størsta

landshúsagangin í heimssøguni, segði hann Mynd Bjartur Vest

Í Íslandi var tað so, at

nøkur fá fingu rættin til

fiskin í 1984, og hesi fólkini

hava síðan sett seg á alt

vald í Íslandi.

- Tey hava fingið kvotur

nar forerandi, uttan at

fólk ið, sum eigur fiskin,

hevur fingið nakað afturfyri.

Tað er ikki rætti mátin

at gera tað uppá, segði

Gylfason.

Í hesum sambandi nært

hann eisini við spurningin

um mutur, har politik ar arnir

høvdu fingið nakað

aftur fyri frá teimum, sum

fingu kvoturnar.

- Vit hava ongi prógv,

um at nakar hevur fingið

nakað afturfyri, men tað

hava vit fingið í sambandi

við íslendska húsagangin.

Har vísa kanningarnar, at

mutur hevur verið ein

part ur av tí skipanini.

Kunnu vit ikki tá seta

spurn artekn við, um mutur

ikki eisini var ein partur, tá

kvoturnar vóru lætnar

nøkrum fáum – fyri einki?

Spurningurin slapp at

hanga í leysari luft, tí har

er einki svar til tann spurningin.

Brutu

mannarættindini

Tað var ikki rætt, tá nakrar

fáar familjur fingu ræðisrættin

á íslendska fiskivinnu

tilfeinginum í 1984.

Kvoturnar, sum vóru

ásett ar í 1984, bygdu á

fiski s kap árini 1981-83, og

við teimum ásetingunum

fingu “kvotabarónarnir”

gjøgn um hesi ”søguligu

rætt indini” fría atgongd til

til feingið.

Men framferðarhátturin

var skeivur.

Málið endaði í rættinum,

og í 1998 staðfesti íslendski

hægsti rættur, at skipanin

var diskriminerandi og var

brot á mannarættindini og

tann manna rættinda sáttmála,

sum Ísland hevði sett

í gildi. Men sambært professara

num elvdi hetta til,

at valdsmiklir bólkar løgdu

so stórt trýst á dómararnar

í hægsta rætti, at teir stutt

seinni vendu hendan sama

dóm á høvdið. Tá høvdu

allir fakbólkar við uni versiteti

í Íslandi - undantikið

løg frøðingarnir - skrivað

undir yvirlýsing, har tey

kravdu, at óheftnið hjá

hægsta rætti varð virt.

Vegna hetta endaði

málið við manna rætt indadóms

tólin í Haag, og í

2007 staðfesti hann, at

talan var um brot á grein

26 í manna rætt inda sáttmála

num.

- Tað er serstakliga álvars

ligt, tá manna rætt inda -

dóm s tólurin slær fast, at

talan er um eitt brot, og

tað eiga tit í Før oyum at

hava í huga, segði Thorvald

ur Gylfa son.

Gerið sum Noreg

Heldur enn at hyggja eftir

íslendsku skipanini, har

nøkur fá meira ella minni

hava fingið ognarrætt til

fiskatilfeingið og við at

forbróta seg móti mannarættinda

sátt málanum, so

mælir Thorvaldur

Gylfason føroyingum til at

hyggja til Noregs.

Ikki eftir, hvussu tey

hava avgreitt fiskatilfeingið,

sum jú er ein lítil nisjuvinna

har, men hvussu norðmenn

hava avgreitt oljuna.

- Norski staturin letur

ong an iva vera um, at tað

er norska fólkið, sum eigur

til feingið. Tí tryggjar staturin

eisini, at fólkið fær

gjald frá teimum fyritøkum,

sum taka tilfeingið upp.

Norski statskassin fær 80

prosent av inntøkunum, tí

tað er norska fólkið, sum

eig ur tilfeingið. Og kortini

vilja oljufeløg arbeiða í

norsku frálandavinnuni,

vísti Thorvaldur Gylfason

á.

Tí var hann øgiliga

greiður í sínum boðskapi,

tá hann endaði sín fyrilestur.

- Hyggið til Noregs og

lær ið av norðmonnum.

Geri ikki sum íslendingar,

tí so endar galið, segði

Thor valdur Gylfason.

ICCPR og manna rættindi

ST-sáttmálin um borgarlig og politisk rættindi

(ICCPR), grein 1:

“All people may, for their own ends, freely dispose

of their natural wealth and resources …”

Altjóðasáttmálin um borgarlig og politisk rættindi

er galdandi í Føroyum.

Munurin

millum

lands ogn og

tjóðar ogn

*Landsogn (t.e.

almennir

skrivstovubygningar)

ber í sær, at landið

kann selja ella

veðseta slíkar ognir

*Tjóðarogn (t.e.

mentanarligar ognir

so sum Thingvellir

ella náttúrutilfeingi

so sum fiskur ella

orka) bera í sær, at

landið kann ikki selja

ella veðseta slíkar

ognir

*Eins og við

mentanarognum

okkara, so hava vit

arvað okkara

náttúrutilfeingi frá

ættarliðunum

frammanundan og

mugu varðveita tað

til komandi ættarlið

*Vit hava ikki rætt at

søpla tjóðarognirnar

burtur

Kelda: Thorvaldur

Gyflason í NLH

2. mars 2012

Álvarsligar

avleiðingar

* Ókeypis útlutanin

av kvotum í Íslandi

skapti eina lítla stætt

av ríkum reiðarum,

sum gjøgnum sítt

ríkidømi og sína

politisku ávirkan

skakaði valds javnvágina

í landinum

*Í politikki er tað

”sjálvmorð” at seta

seg upp móti ríku

reiðarunum

*Ríku reiðararnir eiga

nú Morgunblaðið,

sum kann sammetast

við føroysku Dimmalætting,

og teir brúka

blaðið til at berj ast

ímóti re formum og

somu leiðis móti

limaskapi í ES

*Reiðararnir brúktu

kvoturnar sum trygd í

peningastovnum við

álvars ligum av leiðing

um

*Eingin eigur

nakrantíð at sleppa at

brúka ogn anramanna

sum trygd

Kelda: Thorvaldur

Gyflason í NLH

2. mars 2011

SETT UPP: PETRA ELIASDÓTTIR MIKKELSEN

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!