12.08.2013 Views

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

6 INNANLANDS

Nr. 46 · 5. mars 2012

ÁVARING: Ólógligt at geva

Íslendski

búskaparprofessarin,

Thorvaldur

Gylfason, var

ómetaliga bersøgin,

tá hann gjørdi

støðuna í íslendsku

fiskivinnuni – og

íslendska

samfelagnum – upp.

Og tí pakkaði hann

heldur ikki boðskap

sín inn, tá hann kom

við einari beinleiðis

ávaring til

føroyingar.

– Gera tit sum

íslendingar, kunnu

tit rokna við, at

landið fer á

húsagang 15 til 20 ár

seinni, segði hann

SVEINUR TRÓNDARSON

- Hyggi heldur eftir Noregi.

Gerið ikki sum ís lending

ar hava gjørt.

Tað var greiði boð skapurin

hjá Thorvaldi Gylfasyni,

professara í búskapi, í

Norðurlandahúsinum

fríggja dagin. Hann greiddi

frá, hvussu íslendingar

hava gjørt, og hann gjørdi

onga roynd at dylja, at

úrslitið, eftir hansara tykki,

var syndarligt.

Tí legði hann før oy ingum

eina við ikki at gera,

sum íslendingar hava

gjørt.

- Ikki geva nøkrum fáum

einarætt til fiskin. Gera tit,

sum íslendingar, kunnu tit

rokna við, at landið fer á

húsagang 15 til 20 ár

seinni, segði Thorvaldur

Gylfason.

Boðskapurin var ikki til

at fara skeivur av, men var

onkur, sum ivaðist í, um

hann meinti tað í álvara, so

sópaðí Gylfason allan iva

burtur við hesi seinastu

ávaringini.

Mutrandi skipan

Thorvaldur Gylfason er

bú skap arprofessari og arbeiðir

sum granskari við

nógv ar ymiskar lærdar

háskúlar.

Hann hevur granskað

nógv í viðurskiftum, sum

hava við tilfeingi at gera,

og í fyrilestri sínum fríggjadagin

tók hann saman um

støðu na viðvíkjandi føroyska

tilfeinginum.

Hetta gjørdi hann við

útgangsstøði í tí íslendsku

skipanini, sum eftir hansara

tykki er miseydnað fullkomi

liga.

Thorvaldur Gyflason,

professari, talaði við stórum og

álvarsligum stavum í

Norðurlandahúsinum

fríggjadagin um “fólksins ogn”

og kom við hvassari ávaring til

føroysku politikararnar. At lata

nøkrum fáum reiðarum

tilfeingið ókeypis fer bæði at

elva til skeiklan av valdinum í

landinum, til húsagang,

umframt at hetta er ólógligt

sambært alttjóða lóg, segði

hann. Í 1984 gav íslendska

stjórnin nøkrum fáum reiðarum

kvoturnar ókeypis, í 1990 bleiv

lógligt hjá kvotabarónunum at

selja tær við risastórum

vinningi, hetta var, sambært

professaranum, viðvirkandi til

bólgnandi bankabløðruna, tá

kvoturnar vórðu settar í veð, -

og at enda til størsta

landshúsagangin í heimssøguni,

segði hann Mynd Bjartur Vest

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!