12.08.2013 Views

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Nr. 46 · 5. mars 2012 INNANLANDS

5

til fámannaveldi

ganga út í 2008, síðani í 2009,

2010 - tað vil siga, at ”rull andi

prinsippið” varð grund fest. So í

2007 varð ”rull andi prinsippið”

strik að aftur, og loyvini vórðu

ásett at vara í 10 ár, tað vil siga at

tey vórðu uppsøgd til 2018, sum

er freistin, sum sitandi samgonga

feg in vil strika.

Ætlanirnar hjá samgonguni

Kári Petersen viðgjørdi æt lanirnar

hjá sitandi sam gongu og

síðani, hvørjar avleiðingarnar

verða av teim um ætlanum, sum

fyri liggja politiskt.

Samgonguskjalið hjá Sambandsflokkinum,

Fólk a flokk inum,

Sjálv stýr is flokk inum og

Mið flokk inum sigur, at loyvini

skulu gevast tíðaravmarkað og

rullandi. Fólkaflokkur in, sum

eigur lands stýrissessin við

fiskivinnumálum, vil hava loyvini

at vera rullandi í 12 ár.

Rullandi merkir, at loyv ini í

prinsippinum auto matiskt verða

endurnýggj að í 12 ár í senn. Og

sjálvt um Løgtingið kann uppsiga

loyvini við 12 ára freist, so

kann løgtingið eis ini broyta

hugsan í upp sagnartíðarskeiðinum

og end urnýggja

loyvini, so tey aft ur galda í 12 ár.

- Loyvini verða tískil í veruleikanum

so gott sum óuppsigilig,

og brúks rætt urin verður

so langur og torførur at siga upp,

at hann nærum er ein ognarrættur,

segði Kári Peter sen.

Ogn Føroya fólks

Kári Petersen viðgjørdi eis ini

ásetingina í lógini um, at

tilfeingið er ogn Før oya fólks.

Hann segði, at tá loyvir verða

latin í long tíðarskeið - 10 ella 12

ár - og harafturat rullandi, so

verður ásetingin um, at livandi

tilfeingið er ogn Føroya fólks í

veruleikanum sett úr gildi. Og tá

lands stýrið gevur persónum loyvi

í mong ár, so loyvir lands stýrið

eisini hesum per sóni at selja

rættindini í tíð arskeiðinum.

Soleiðis er tað blivið til, at teir

per sónar, sum selja skip við loyvum,

fáa allan pening in, sum

loyvini eru verd, og loyvini eru

so nógvar ferðir meira verd enn

skipini, sum loyvini verða seld

sam an við.

Kári Petersen vísti á eina andsøgn

í lógini um vinnu ligan

fiskiskap, tí sam stund is sum grein

2 sigur, at tilf eingið er ogn

Føroya fólks, so sigur grein 7, at

loyv ini verða givin fyri 10 ár, og

at hetta er tað sama sum, at

løgtingið tekur ogn arrættin frá

Føroya fólki og gevur hann til

ein stakligar.

Risastórir handlar

Kári Petersen legði fram tøl, sum

vístu, hvussu stór ir handlar hava

verið gjørd ir í fiskivinnuni tey

seinastu árini, har reiðarar hava

fing ið ómetaliga stórar upphæddir

við at selja loyv ini, sum

teir hava fing ið ókeypis frá

landinum.

Krú n borg var mett at hava eitt

virði uppá 150 milión ir krónur,

men varð seld fyri 350, tí

keyparin vildi rinda loyvishavaranum

200 milli ónir krónur

fyri veiði rætt indini, sum fylgdu

við. Vest urvón var 40 miliónir

krón ur vert, men varð selt fyri

80 miliónir. Partrol arin

Columbus, sum bara hev ði eitt

virði uppá 300.000 krónur, varð

seld ur fyri heilar 7 mió, tí loyv ini

vóru so dýrabar, og somu tøl eru

fyri handilin við partrolaranum,

Norna gesti. Polarhav (nú

Hamra nes) og Stjørnan (nú

Breiða nes) høvdu eitt virði uppá

12 mió hvør, men vórðu seld fyri

25 mió hvør. Trolbátarnir,

Tindur og Skarðhamar, høvdu

eitt mett virði uppá 500.000 í

part, men vórðu seldir fyri 6

milliónir krónur hvør. Línubáturin,

Grani, var held ur ikki

verdur meira enn hálva millión,

men kort ini seldur fyri 14 mió.

kr. Mascot varð seldur fyri 21

mió,, hóast metta virð ið bara var

4 mió. Og par trol ararnir,

Fjalshamar og Nónhamar, vórðu

eisini seld ir fyri meira enn tað

tví falda av veruliga virð i num, 15

mió. hvør, hóast metta virðið

bara var 7 mió.

Kári Petersen upplýsti, at

hann hevði hesi tølini frá kønum

fólki í vinnuni.

Skuldartung vinna

Tað hevur stórar avleið ing ar, at

aktørarnir í fiski vinnuni selja

skip við upp blástum virði vegna

fiski rættindini, sum hanga við.

Skuldin í flotanum er tvífaldað

hesi seinastu átta ár ini, úr 1599

mió krónum í 2002 til 3022 mió

krónur í 2010.

- Skipini eru sera dýr - fleiri

ferðir virðið á skip u num sjálvum,

og soleiðis verð ur eitt stórt

tilfeingis gjald rindað til tann,

sum fer úr vinnuni. Hann fær

sera nógv burturúr, meðan tann,

sum heldur fram í vinnuni, ella

sum kemur inn í vinnuna, verður

sera skuldarbundin, segði Kári

Petersen.

Niðurstøðan av ”rull andi

prinsippinum”, sum varð

grundfest í lógina í 1998, er,

sambært Kára Pet ersen, at

privatir aktør ar í vinnuni hava

goldið 6-700 milliónir krónur í

til feingisgjaldi til aðrar privat ar

aktørar í tíð ar skeiði num.

– Tann, sum eigur ti lfeing

ið, Føroya fólk, fær

einki, tað er ómøguligt

at koma inn í vinnuna,

tí eitt stórt til feingisgjald

skal gjald ast til

reiðaran, sum hev ur

loyvini um hendi

- Tann, sum eigur ti l feing ið,

Føroya fólk, fær einki, tað er

ómøguligt at koma inn í vinnuna,

tí eitt stórt tilfeingisgjald skal

gjald ast til reiðaran, sum hev ur

loyvini um hendi, skuld in í

flotanum er tví faldað eftir átta

árum, og nógv feløg eru skuldarbundin

og geva lítið og einki

yvirskot, segði hann.

Hann legði eisini tøl fram,

sum meta um virðið á

veiðirættum í mun til av kastið

hjá ymsu skipa bólk u num.

Ikki óvæntað eru tað

uppisjóvarskipini, sum skara

framúr.

Pelagisku avkastini er so stór

nú, at ein reiðari við 50 mió

krónum í egin pen ingi kann

keypa eitt skip fyri 250 mió

krónur og eiga hvønn møtrikk í

tí eft ir bert 6-7 árum. Árliga avkastið

liggur um 30-40 pro sent.

Kári Petersen vísti ein lista

yvir skipini í pelagisku vinnuni,

har veruliga virð ið á skipunum,

var sett upp. Tilsamans eru

Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði,

Jupi ter, Saksaberg, Norðborg,

Christ ian í Grótinum, Fag raberg,

Næraberg og At lants farið

verd 980 milli ónir krónur, Men

við veiði loyvunum eru tey verd

mill um 2 og 2,5 milliardir

krónur, sambært tølunum.

- Í TV2 var eitt innslag um ein

føroying, sum eig ur skip í

Danmark, segði Kári Petersen

sum eitt dømi.

- Skip hansara við veiði loyvi

er vert 1,2 milliard krónur, hóast

skipið sjálvt bara er 200 milliónir

krón ur vert, segði hann.

Útlendingar eiga og ráða í

tí dulda

Kári Petersen vísti eisini á,

hvussu reiðarí í Føroyum sleppa

sær undan lógar av mark ingini

um, at út lend ingar ikki kunnu

eiga meira enn eitt vist í

føroyskari fiskivinnu.

- Í nøkrum feløgum við

útlendskum eigarum verða lán

frá útlendskum eigar um ofta

kallað ”skuld til at knýtt feløg”.

Feløg kun nu hava sera lítlan

egin pening, viðhvørt niður í 0,05

prosent, meðan út lend ingar veita

stóran láns kapital.

- Um fremmanda fígg ing in er

99,9 prosent, og egin fíggingin er

minni enn 0,1 prosent, so kann

ein ivast í, um ræðisrætturin er á

føroyskum hondum. Hjá onkrum

feløgum er skuld til atknýtt feløg

rættiliga stuttfreistað, og hetta

merk ir, at útlendski lán veit arin

kann seta føroyska part inum

treytir, segði Kári Petersen og

siteraði lóg ina:

”Lógin um vinnuligan fiskiskap,

grein 7, sigur, at før oyingar

skulu eina minst 2/3 av

partapeninginum, og hava minst

2/3 av av gerðarrættinum”.

Kári Petersen tosaði eisini

nógv um miðsavn ing av valdi og

ávaraði staði liga um gongdina,

sum er. Hann segði, at longu nú

er stór niðsavning farin fram við

stórum reiðaríum sum JFK,

Varðanum og Fram herja.

- Miðsavningin fer at halda

fram og styrkjast við rullandi

loyvum, segði hann.

- Prísurin á veiðirætt ind um

fer nógv upp, og nøk ur fá fara at

eiga milli ardir, tí veiðirættindini

kunnu seljast saman við skip -

unum fyri milliardir. Tey, sum

sambært lógini eiga fiskatilfeingið,

Føroya fólk, fáa einki

burturav, og fiskivinnan verður

sera skuld arbundin. Bara út lendingar

fara at kunna bjóða uppá

tey stóru skip ini, og tí er vandi

fyri, at út lendingar fáa ræði og

kunnu taka vinningin úr vinn uni,

um teir ynskja tað. Og so fara

nøkur heilt fá at hava allan

avgerðarrætt í vinnu lívinum á

sjógvi og á landi. Og vit fáa

oligarki, seg ði Kári Petersen.

Nógv fólk var og lýddi á

serfrøðingarnar, sum røddu

um tilfeingið, sum sambært

lógini um vinnuligan fiskiskap

er “ogn Føroya fólks”. Millum

áhoyrararnar vóru nógvir

andstøðulimir, løgmaður,

løgmansstjórin, fyrrverandi og

núverandi landsstýrismaðurin

við fiskivinnumálum og

aðalstjórin í Fiskimálaráðnum,

sum hevur kontrasignerað

umstrídda lógaruppskotið hjá

Jákupi Mikkelsen um rullandi

veiðirættindi í 12 ár

Mynd: Bjartur Vest

SETT UPP: REGIN DAVIDSEN

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!