12.08.2013 Views

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

SETT UPP: AAGE SAMUELSEN

22 INNANLANDS

Nr. 46 · 5. mars 2012

TRYGD:

2011 gjørdist eitt dýrt ár

Roknskaparliga fekk

tryggingarfelagið

Trygd ein dyggan

undir vangan í 2011.

Samanborið við 2010

versnaði úrslitið fyri

skatt við umleið 16

milliónum krónum.

Kortini eydnaðist

felagnum at koma úr

árinum við einum

avlopi, bæði á

botnlinjuni og hvat

tryggingartekniska

partinum viðvíkur

SVEINUR TRÓNDARSON

Tað er einki nýtt í, at

veðrið hevur verið vánaligt

seinastu nógvu mánaðirnar.

Tað vita øll, sum búleikast

í hesum landinum.

Nú kann tað eisini staðfestast

við tølum, at tað

hevur verið heldur harðligari

enn vanligt.

Tað kemur týðiliga til

sjóndar í ársroknskapinum

hjá Trygd, sum varð almannakunngjørdurfyrrapartin.

Í 2010 hevði felagið eitt

avlop fyri skatt upp á 20,4

milliónir krónur, í fjør

gjørdist tað bara 4,6 milliónir

krónur.

Eftir skatt gjørdist úrslitið

3,7 milliónir í fjør

sam anborið við 16,8

milliónir krónur í 2010.

Nógvir skaðar

Tað er ein einføld orsøk til,

at úrslitið hjá Trygd gjørdist

so nógv verri í fjør.

Hon er, at skaðagjøldini

í 2011 vóru munandi hægri

enn tey vóru í 2010.

Í fyrraárið rindaði Trygd

góðar 47 milliónir krónur í

skaðaendurgjøldum, í fjør

endaði tann upphæddin á

sløkum 63 milliónum

krón um.

Tað svarar til eina øking

upp á 33 prosent eftir einum

ári, og tað sæst sjálvandi

aftur.

Tá samlaðu tryggingargjøldini

hjá felagnum samstundis

lækkaðu eitt vet,

sigur tað seg meira ella

minni sjálvt, at avlopið

vers nar.

Nøktandi

Sjálvt um árið í fjør gjørdist

munandi verri enn árið

fyri, er leiðslan í Trygd eftir

umstøðunum væl nøgd

við avrikið.

Náttúruviðurskifti lagaðu

tað so, at felagið, sum

”Combined Ratio” vísir, hvussu sjálvur tryggingarroknskapurin hongur saman. Og sjálvt um árið í fjør var munandi verri enn

undanfarin ár, hekk sjálvur tryggingarraksturin saman. Men tað var ikki nógv meira enn so

tvey tey seinastu árini hevur

rindað lutfalsliga lítið út

í skaðagjøldum, í fjør fekk

nógvar og dýrar skaðar.

Uppgerðirnar higartil

hava víst, at ódnirnar báðar

í november og desember

hava kostað góðar 24 mil-

liónir krónur, og havandi

umstøðurnar í huga, er

leiðslan nøgd við úrslitið.

- 2011 gjørdist eitt serstakt

ár fyri Trygd. Eftir at

vit hava havt eitt heppi

samanfall av góðum veðrið

og fáum skaðum seinastu

2-3 árini, so gjørdist 4. ársfjórðingur

í 2011 søguliga

ringur, m.a. orsakað av at

Føroyar 24. november

fingu vitjan av herviligastu

ódnini síðani 1988, sigur

Janus Thomsen, fyribilsstjóri

í Trygd.

Hongur saman

Tá hugt verður eftir tryggingarroknskapum,

verður í

fyrsta umfari hugt eftir,

hvussu sjálvur tryggingarraksturin

hongur saman.

Hvussu tað tryggingartekniska

úrslitið sær út.

Tryggingarfeløgini høvdu tað

strævið í 2011. Tað sæst á

roknskapinum hjá Trygd,

sum almannkunngjørdi síni

tøl í gjár. Avlopið fyri skatt í

fjør var 4,6 milliónir krónur,

sum er slakar 16 milliónir

verri enn árið fyri

Savnsmynd

Hetta verður gjørt við at

leggja skaðagjøldini og

rakst rarkostnaðin saman

og rokna tað sum eitt

prosent av tryggingarinntøk

unum.

Tað snýr seg um at koma

fram til eitt tal, sum eitur

”Combined Ratio”, og tað

skal vera lægri enn 100,

fyri at sjálvur tryggingarraksturin

er á rættari leið.

Seinastu fimm árini

áðrenn 2011 hevði Trygd

positivan tryggingar rakstur,

og hóast úrslitið í fjør

gjørdist munandi verri enn

árini frammanundan, var

júst hetta lyklatalið eisini

røttu megin.

Comined Ratio fyri

Trygd í 2011 var nevniliga

99. Tað vil siga, at sjálvt

um úrslitið í fjør var vánaligt,

samanborið við

undanfarin ár, var tað ikki

so vánaligt, sum fryktandi

var fyri.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!