12.08.2013 Views

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

18 ÍTRÓTTUR

Nr. 46 · 5. mars 2012

Arsenal og Manchester

United vunnu oddadystir

Robin van Persie hevur í evstu løtu tryggjað Arsenal sigurin móti Liverpool leygardagin Mynd: AFP

Tveir oddadystir vóru

á skránni í Premier

League um

vikuskiftið. Liverpool

tók ímóti Arsenal, og

Tottenham tók ímóti

Manchester United. Í

báðum førum vóru

tað útiliðini, ið við

hepni drógu longra

stráið og struku

avstað við teimum

trimum stigunum

BJARKI JOHANNESEN

Leygardagin tók Liverpool

ímóti Arsenal, og undan

dystinum var torført at

meta um, hvør var favor ittur

til at vinna dyst in. Liver

pool hevði sjálvandi fyrimunin

av at spæla á heimavølli,

men Arsenal er

ógvuliga væl spælandi í

løtuni.

Tað var heimaliðið, ið

kom betri frá byrjan. Teir

løgdu trýst á Arsenal beinan

vegin, og tá 19 minuttir

vóru farnir, gav hetta úrslit.

Luis Suarez spældi væl

saman við Dirk Kuyt inni í

Arsenal-brotsteiginum, og

Luis Suarez gjørdist leysur.

Málverjin hjá Arsenal,

Wojciech Szczesny, kom

ímóti honum, men hann

taklaði hann, og eingin ivi

var um, at Liverpool átti

brotsspark. Hetta skuldi

Dirk Kuyt taka sær av, men

hann megnaði ikki at seta

bóltin í netið. Og hóast

bólturin kom út aftur til

Kuyt, so megnaði há lending

urin ikki at seta bóltin í

netið, og hetta átti Szczesny

stóra æru av.

Tað gekk tó ikki long

tíð, so kom Liverpool á

odda. Innlegg kom úr

høgru síðu, og inni í brotsteigi

num var tað Laurent

Koscielny hjá Arsenal, ið

var so óheppin, at hann

beindi bóltin í egið net, og

Liver pool var uppiborið á

odda 1-0.

Og Liverpool helt fram

við at trýsta Arsenal eftir

málið. Millum annað hevði

Suarez eina roynd, sum

endaði á stongini.

Men stutt eftir fór

Arsenal í álop, og hetta var

næst an fyrstu ferð, at teir

komu fram til brotsteigin

hjá Liverpool. Bacary

Sagna legði bóltin innfyri,

og har var Robin van Persie

og skallaði bóltin í netið

til 1-1.

Liverpool hevði tó fleiri

mál møguleikar eftir útjavn

andi málið, og Suar ez

var sum altíð vandamikil,

tó uttan at tað gav mál. Og

eisini Dirk Kuyt hevði eina

roynd, sum endaði á

stongini.

Í seinna hálvleiki var tað

framvegis Liverpool, ið

trýsti, men heimaliðið var

sera óeffektivt. Hinvegin

eigur Arsenal ein leikara,

ið er sera effektivur, og tað

er Robin van Persie. Í

tíðini, sum dómarin legði

afturat, kom ein høgur

bóltur til van Persie, ið

fluktaði fyrstu ferð, og

bólturin fór framvið Pepe

Reina, ið kanska burdi hava

bjargað royndini. Arsenal

vann dystin 2-1, og teir eru

nú tíggju stig frammanfyri

Liverpool.

United nýtist ikki

nógvar málmøguleikar

Manchester United hevði

eina torføra uppgávu úti

móti Tottenham í gjár. Og

tað var Tottenham, ið

byrjaði best. Louis Saha og

Emm anuel Adebayor lógu

fleiri ferðir framvið, tó uttan

at nakar veruligur málmøgu

leiki stóðst burt urúr.

Byrjanin var ógvuliga

jøvn, hóast Tottenham

kanska hevði lítla leikliga

yvirvág, men miðskeiðis í

fyrra hálvleiki tók Tottenham

veruliga yvir, og teir

vóru greitt betra liðið. Og

Ade bayor megnaði eisini

at fáa bóltin í netið, tá 37

minuttir vóru farnir, men

málið varð kolldømt, tí

dómarin metti, at Adebayor

nýtti hondina, stutt áðrenn

hann skeyt bóltin í netið.

Hóast Tottenham var

betri í fyrra hálvleiki, so

var tað Manchester United,

ið var á odda í hálvleikinum.

Eitt horna varð sent innfyri,

og hægstur var Wayne

Rooney, og so var 1-0 til

United.

Í seinna hálvleiki var tað

framvegis Tottenham, ið

hevði bóltin meira. Men

kortini var tað United, ið

økti um munin. Hetta

hendi, tá Nani legði bóltin

inn fyri, og við eitt sindur

av hepni skeyt Ashley

Young bóltin í netið til 2-0.

Og sami Young var eisini

hann, ið legði Manchester

United á odda 3-0 við

einum dundurskoti.

Móti endanum minkaði

Jermain Defoe um munin

fyri Tottenham, men tá var

ov seint. Manchester United

vann 3-1.

City framvegis á odda

Manchester City spældi

leyg ardagin móti Bolton á

heima vølli, og eingin ivi

var um, at City var fav orittur

til at vinna dystin. Og

tá 24 minuttir vóru farnir,

kom Man chest er City á

odda, og tað var Steinsson,

sum skoraði sjálvmál fyri

Bolton. Tá 69 minuttir

vóru farnir, skoraði Mario

Balotelli til 2-0, og so var

tann dysturin avgjørdur.

Tað gongur ikki væl hjá

Chelsea í løtuni, og

leygardagin tapti Chelsea

1-0 á útivølli móti West

Bromwich. Hetta var eitt

tap, sum vísti seg at vera

nóg mikið til, at venjarin

hjá Chelsea, Andre Villas

Boas, fekk sekkin. Meira

um hetta aðrastaðni í blaðnum.

SETT UPP: PETRA ELIASDÓTTIR MIKKELSEN

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!