12.08.2013 Views

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Nr. 46 · 5. mars 2012 ÍTRÓTTUR

17

Villas-Boas fingið sekkin

BJARKI JOHANNESEN

1-0 tapið hjá Chelsea móti

West Bromwich var leiðslu

ni ovboðið, og venjarin

hjá Chelsea, André Villas-

Boas, hevur nú fingið

sekkin. Chelsea hevur bert

vunnið tríggjar av teimum

seinastu 12 dystunum í

Premier League, og hetta

er als ikki nøktandi fyri eitt

felag sum Chelsea, ið hevur

ætlanir um at enda í topp 3

í Premier League. Í løtuni

liggur Chelsea nummar

fimm, og sjey stig eru upp

til triðja plássið.

Chelsea hevur fyribils

sett gamla miðvallaran

Roberto de Matteo sum

venjara, til ein haldgóð

loysn er funnin. Søgur

ganga um, at tað verður

Raf ael Benitez, ið verður

venjari hjá Chelsea, men

samstundis ganga eisini

søgur um, at José Mourinho,

ið fyrr hevur verið

venjari hjá Chelsea, hevur

keypt sær hús í London.

Hann vil tó ikki siga, hví

hann hevur gjørt hetta,

men tað hava leingi gingið

søgur um, at José Mourinho

vil aftur til Chelsea.

Gerard Pique hjá Barcelona bleiv útvístur móti Sporting Gijon leygarkvøldið, men

hóast tað vann Barcelona greitt 3-1 á Camp Nou Mynd:AFP

1-0 tapið hjá Chelsea móti West Bromwich var leiðsluni ovboðið, og venjarin hjá Chelsea, André Villas-Boas, hevur nú fingið sekkin. Mynd: AFP

Pique

útvístur

í Barcelonasigri

BJARKI JOHANNESEN

FC Barcelona er, sum

tíðin er liðin, komið

long ur aftur um Real

Mad rid á stiga talvu ni, og

ein sigur móti Sport ing

Gijon leyg ar dag in var eitt

krav, tí Gijon er næstaftast

í La Liga. Men hóast

hetta, so fekk FC Barcelona

ávísar trupul leikar.

Tað var Barcelona, ið

setti seg á dystin bein anveg

in, men tað var líkt til,

at støðan í hálvleikinum

fór at vera 0-0. Men beint

fyri hálvleikssteðgin skoraði

Andres Iniesta fyri

Barcelona.

Seinni hálvleikur byrjaði

ikki væl hjá Barce lona.

Ger ard Pique feldi ein

Gijon-leikara sum aftasti

mað ur, og har við fekk

Pique bein leiðis reytt

kort, og bert ein minutt

seinni javn aði Sporting

Gijon til 1-1.

Barcelona megnaði tó

móti endanum av dystinum

at tryggja sær sig urin.

Fyrst var tað Keita,

sum skoraði til 2-1, tá 79

minuttir vóru farnir, og

síðani var tað Xavi, sum í

88. minutti skor aði til

enda liga úrslitið 3-1 til

Barce lona.

Rokdystur

millum

AaB og FCK

BJARKI JOHANNESEN

Um vikuskiftið byrjaði

danska Superligan aftur

eftir vetrarsteðgin, og í gjár

tók AaB ímóti FCK, ið er á

odda. Spælið var ikki nógv

at reypa av. Dysturin var

yvir høvur ógvuliga keðiligur,

og mál møguleikarnir

vóru ikki teir heilt stóru.

Men hóast einki serligt

hendi á vøllinum, so hendi

mangt og hvat uttanfyri

vøll in. Miðskeiðis í seinna

hálv leiki vóru sera nógv

róm ara ljós tendrað av

FCK-viðhaldsfólki, og

seinni varð fýrverk skotið,

og dysturin varð avbrotin,

tí dómarin metti, at leik ararnir

ikki vóru nóg tryggir.

Dysturin varð enn eina

ferð tikin upp aftur, men

dómarin hevði rætt, tá

hann hevði illgruna um, at

leikararnir ikki vóru tryggir

á vøllinum, tí móti enda-

num av dystinum rann ein

áskoðari inn á vøllin og

royndi at sláa Christian

Bola ños. Enn eina ferð

varð dysturin avbrotin,

men hann varð tikin upp

aftur, og dóm arin legði

heil ar 12 min uttir afturat

van ligu leik tíðini. Og í

yvir tíðini vórðu tvey mál

skotin. Tá fýra minuttir

vóru farnir av yvirtíðini,

skallaði Dame Ndoye FCK

á odda, men júst sum øll

vænt aðu, at FCK fór at fáa

øll trý stigini, smekkaði

Nick las Helenius til, og

bólturin endaði í málinum.

Dysturin endaði 1-1, men

tað verður ikki fót bóltsspælið,

ein fer at minnast

frá dystinum, men ófriðin

á áskoðaraplássunum.

Annars kann ein nevna,

at Brøndby vann fyrsta

dystin eftir vetrarsteðgin.

Tað var Michael Krohn-

Delhi, ið tryggjaði Brøndby

ein 1-0 sigur heima

móti SønderjyskE.

SETT UPP: PETRA ELIASDÓTTIR MIKKELSEN

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!