12.08.2013 Views

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

SETT UPP: REGIN DAVIDSEN

16 ÍTRÓTTUR

Nr. 46 · 5. mars 2012

Dysturin millum grannarnar úr Víkingi og ÍF í Eysturoyarkappingini leygardagin bleiv blástur av í seinna hálvleiki, tí tað bleiv sovorðið rok eftir eina ógvusliga takling frá einum víkinga-leikara á ein ÍF-leikara Savnsmynd

Dómarin bríkslaði

dystin av

Eysturoyarkappingin

plagar at vera kappingin,

har liðini sleppa

at royna seg ímóti

hvørjum øðrum í vinardystum,

men tað var

ikki nógv “vinarligt”

yvir uppgerðini millum

ÍF og Víking leyg ardagin.

Tað var nevniliga

serliga ein hending, ið

varð nógv umrødd

leygardagin. Hendingin

fór fram, tá eitt sindur

minni enn ein tími var

farin av dystinum, og

slíkt rok kom í, at

dómarin valdi at bríksla

dystin av

TERJI NIELSEN

Líkindini at spæla fótbólt í

Fuglafirði leygardagin

vóru ikki av teimum allarbestu.

Vindur var, og serliga

vóru tað hvirlurnar, ið

órógvaðu fótbóltsspælið.

Fyrsti dysturin hendan

dagin var grannauppgerðin

mill um ÍF og Víking, og

hes ar uppgerðirnar eru

ofta sera intensar, og ofta

er harðligt spæl ein partur

av dystunum. Og hóast talan

var um ein venjingardyst,

so varð einki spart. Í fyrra

hálv leiki vórðu nakrar

harð ar taklingar gjørdar,

men hetta var tað, ein

kundi vænta, tá dystur

mill um ÍF og Víking verður

spældur.

Fyrr í ár vann Víkingur

stór sigur á ÍF í venj ing ardysti,

og tískil var Víking ur

favor ittur at vinna dystin.

Men hóast hetta, so var tað

eitt sindur óvæntað ÍF, ið

kom á odda. Tað var nýggi

danski leikarin hjá ÍF,

Simon Skibsted, ið setti

bóltin í netið, og hálv leiksstøðan

var 1-0 til ÍF.

Seinni hálvleikur var

ikki serliga gamal, tá Clayton

Soares setti bóltin í

net ið fyri ÍF til 2-0, og so

bendi alt á, at ÍF fór at

vinna dystin. Men dystur in

varð ongantíð lið ugt spældur,

tí tá eitt sindur minni

enn ein tími var spældur,

fór Hans Jørgen Djurhuus

hjá Víkingi í eina ov ógvusliga

takling móti Simon

Skib sted úr ÍF, og danin

var “groggy” ta einu løtuna,

tí hann smekkaði høvdið í,

tá hann datt. Longu eftir

taklingina hjá Hans Jør gen

Djur huus vóru serliga leikararnir

hjá ÍF á gosi um

tað, sum var farið fram,

men tað var fyrst, tá Dagfinn

Forná, sum var dómari

til hendan dystin, valdi

at geva Hans Jørgen Djurhuus

gula kortið, at veruligt

rok stóðst burturúr.

Nógv hendi hesa løtuna,

og tað endaði við, at Dagfinn

Forná valdi at bríksla

dystin av. Støðan var tá 2-0

til ÍF. Simon Skibsted kom

fyri seg aftur, men hann

var ógvuliga “groggy” eftir

dystin.

Avgjørt var, at ÍF skuldi

koma víðari til finaluna, tí

teir vóru frammanfyri 2-0,

tá dysturin varð bríkslaður

av, og Víkingur skuldi harvið

spæla dyst um triðja

plássið sunnudagin.

Effektivir runavíkingar

Seinni dysturin leygardagin

var enn ein granna uppgerð,

nevniliga dysturin

mill u m B68 og NSÍ. Hes in

dysturin var væl friðarligari

enn fyrsti dysturin í

kapp ingini. Ein kann

kanska siga, at dysturin var

eitt sindur ov friðarligur.

Tað vóru sera fáir málmøgu

leikar at síggja, og

fyri tað mesta var tað B68,

ið hevði bóltin. Men tá ein

hálvur tími var farin, kom

NSÍ á odda. Sjúrður Jacob

sen rak frameftir í vinstru

síðu, og hann legði bóltin

innfyri, har Magnus Olsen

stóð leysur, og hann

beindi bóltin í netið úr

stutt ari frástøðu.

Og bert tríggjar minuttir

seinni var aftur galið í B68verjuni,

og aftur hesa ferð

var tað eitt innlegg, ið endaði

við máli. Hesa ferð

kom innleggið úr høgru

síðu, og tað var Monrad

Holm Jacobsen, ið legði

inn fyri til Jann Martin

Mort ensen, ið setti bóltin í

netið til 2-0.

Í seinna hálvleiki kom

bert tað eina málið, og

hetta skeyt Andras Frederiks

berg. Hóast tað var

B68, ið hevði bóltin nógv,

so vóru runavíkingar

effekt ivir, tá teir komu

fram til málmøguleikar, og

NSÍ vann dystin 3-0. Harvið

skulu teir spæla finalu,

sum verður í kvøld klokkan

18 móti ÍF.

Víkingur endaði

nummar trý

Dysturin um triðja plássið

varð spældur í gjár klokkan

15, og hann var millum

Víking og B68. Tað vóru

tofta menn, ið komu betri

frá byrjan, og tá umleið 20

min uttir vóru farnir, skallaði

Oddur Højgaard B68 á

odda, eftir at André Olsen

skeyt horna innfyri.

Eftir málið var tað framvegis

B68, ið royndi at

trýsta Víking, men einki

stóðst burturúr, og so líðandi

kom Víkingur betri

við. Og tá umleið ein

hálvur tími var farin, skeyt

Lasse Qvist eitt innlegg í

málið til 1-1. Og tað gingu

bert nakrir fáir minuttir, so

var Víkingur á odda 2-1.

Hetta hendi, tá skotið varð

úr 25 metrum, og bólturin

rakti í ein B68-verjuleikara.

Bólturin fór síðani í einum

bleytum boga upp um

málverjan hjá B68, og so

var 2-1, ið eisini var hálvleiksstøðan.

Dysturin millum Víking

og B68 var ógvuliga javnur,

har Víkingur tó nokk

hevði lítla leikliga yvirvág.

Einki mál kom í seinna

hálv leiki, og harvið endaði

dyst urin 2-1 til Víking, ið

streyk avstað við triðja

pláss inum í Eysturoyarkapp

ingini.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!