12.08.2013 Views

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

14 ÍTRÓTTUR

Nr. 46 · 5. mars 2012

KÍF smurdi Neistan av

Niklas Reginsson og KÍF smurdu Neistan av í Kollafirði í gjár Savnsmynd

Kollfirðingar smurdu

føroyameistararnar úr

Neistanum av, tá ið

hesir vitjaðu í Kollafirði

í gjár, og VÌF og H71,

sum bæði jagstra eitt

finalupláss, vunnu bæði

sínar dystir

TERJI NIELSEN

Longu leygardagin var

fyrsti dysturin í Atlantic

Airways-kappingini hetta

vikuskifti. Dysturin var

millum Kyndil og VÍF á

Hálsi í Havn. Hesin gamli

klassikarin í føroyskum

hondbólti er ikki longur

tann sami, sum hann var, tí

liðini ikki longur mynda

oddin í manshondbóltinum,

sum tey gjørdu fyrr. Vestmenningar

eru framvegis

við í oddinum, men tað er

Kyndil ikki, og tað sást

eisi ni aftur á Hálsi leygardagin.

VÍF var nevnliga nógv

tað betra liðið, og tað var

skjótt, at teir gulu úr

Vestmanna løgdu seg greitt

fram um heimaliðið, og tað

gekk heldur ikki long tíð,

áðrenn dysturin í veruleikanum

var avgjørdur.

Vestmenningar løgdu

sjógv millum seg og

Kyndil, og tá ið farið var til

hálvleiks, vóru gestirnir úr

Vestmanna á odda ikki

minni enn 14-5.

Kyndil fekk pyntað eitt

sindur um úrslitið í seinna

hálvleiki, og eitt skifti vóru

bara tvey mál á muni. Men

nærri kom Kyndil ikki, og

VÍF vann ein greiðan 28-

23 sigur, og harvið liggur

VÍF framvegis til at røkka

FM-finaluni.

Neistamenn avsmurdir

Tað hevur ikki gingið eftir

vild hjá føroyameistarunum

úr Neistanum í lands kappingini

í ár. Í gjár vitjaðu

teir í Kollafirði, og eins í

hinum dystunum móti KÍF

hig artil í kappingarárinum

endaði tað við einum sigri

til KÍF, og hesaferð var

talan um ein ógvuliga

sannførandi sigur.

Úrslitið av dystinum

gjørdist ein knúsandi 23-

13 sigur til KÍF, og tað má

vera øgiliga langt síðani, at

Neistin bert hevur fingið

13 mál í einum dysti í Atlantic

Airways-kapp ingini.

Ein av høvuðsorsøkunum

til, at tað gekk so illa hjá

neistamonnum at fáa bóltin

í KÍF-málið, var ein ógvuliga

væl leikandi Magn us

Matras í málinum hjá KÍF.

Við ósigrinum í Kollafirði

er Neistin definitivt

úti úr myndini um at røkka

FM-finaluni, og samstundis

fekk KÍF eina kærkomna

uppreisn eftir laka avrikið í

Vest manna farna vikuskifti,

tá ið teir fyri aðru ferð í

kappingarárinum taptu fyri

VÍF.

Í Klaksvík var dystur

millum Team Klaksvík og

H71. Hoyvíkingar stríðast

fyri finaluplássinum, men

eins og farna vikuskifti, tá

ið teir vóru um reppið at

snáva móti StÍF, var avrikið

hjá hoyvíkingum til tíðir

eitt sindur ivasamt í Klaksvík.

Liðini bæði fylgdust væl

fyri steðgin. Klaksvíkingar

høvdu munin fyrstu løtuna,

men so javnaði tað seg út,

og tá ið farið var til

hálvleiks, var H71 á odda

við einum máli, 17-16.

Hoyvíkingar valdu mið-

skeiðis í dystinum at mansverja

báðar teir útlendsku

spælararnar hjá Team

Klaks vík, og tá kom av álvara

stígur í spælið hjá

heima liðnum. Broddurin

fór fullkomiliga av álopsspæli

num hjá Team Klaksvík,

og nú løgdu hoyvíkingar

seg av álvara fram

um heimaliðið.

Team Klaksvík royndi

seg eisini við mansverju av

ávikavíst Rógva Sørensen

og Bogdan Florea, men tað

eydnaðist ikki eins væl sum

mansverjan hjá H71, og

Støðan í Atlantic Airwayskappingini

Team Klaksvík fekk ongantíð

fatur á hoyvíkingum

aftur, og endin var, at H71

vann dystin 35-30.

Sostatt heldur H71 fast í

vónini um FM-finaluna, tí

teir eru fýra stig aftan fyri

VÍF á næstfremsta plássinum,

men VÍF hevur spælt

tveir dystir fleiri enn H71.

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig

1 KÍF 18 496 405 91 32

2 VÍF 19 507 480 27 24

3 H71 17 453 447 6 20

4 Neistin 18 457 467 -10 16

5 StÍF 17 409 444 -35 12

6 Team Klaksvík 17 457 492 -35 12

7 Kyndil 18 418 462 -44 8

SETT UPP: PETRA ELIASDÓTTIR MIKKELSEN

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!