12.08.2013 Views

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Nr. 46 · 5. mars 2012 ÍTRÓTTUR

13

Stjørnan á veg í finaluna

Stjørnan vann

týdningarmikla

dystin móti VB í Vági í

gjár, og harvið tóku

klaksvíkskvinnur eitt

stórt fet móti FMfinaluni

TERJI NIELSEN

Lagt var upp til tað heilt

stóra oddabrakið, tá ið VB

tók ímóti Stjørnuni í høllini

í Vági seinnapartin

sunnu dagin. Høllin var

stúgv andi full av áskoð arum,

og fleiri áskoðarar

vóru eisini komnir úr

Klaks vík at stuðla sínum

hetjum, tó at vágbingarnir

vóru í fleirtali.

Verjan vann dystin

Dysturin var eisini eins

intensur, sum ein slíkur

toppdystur skal vera, tí tað

var greitt frammanundan,

at liðið, sum vann dystin í

gjár, fór at hava besta

møgu leikan at vinna seg í

FM-finaluna móti Neistanum.

Men tað sást skjótt, at

Stjørnan hevði eitt lítið

sindur meiri at bjóða uppá,

og spælið hjá gestunum úr

Klaksvík koyrdi eitt sindur

betur enn spælið hjá

heima liðnum.

Onkursvegna tóktist tað

eisini sum um, at fleiri av

leikarunum á heimaliðnum

vóru eitt sindur fjáltursstungn

ir yvir at spæla ein

so avgerandi dyst, og ivaleyst

hava royndirnar hjá

teimum í Stjørnuni við at

spæla slíkar dystir havt

stóran týdning í gjár.

Dysturin gjørdist ongantíð

serliga væl spæld ur,

og hann bleiv fyrst og

fremst avgjørdur við

góðum verjuspæli frá

Stjørn u ni. Verjan hjá klaksvíks

kvinnunum stóð

ómeta liga stinn í gjár, og

VB hevði ógvuliga trupult

at spæla seg gjøgnum hana.

Ikki tí, verjan hjá VB var

heldur ikki vánalig, men

Stjørnan slapp eitt sindur

lættari til sínar møguleikar,

og eisini vóru tær hjá

Stjørn uni eitt sindur neyva

ri og meiri avgjørdar í

sínum skotroyndum, og

tað alt tilsamans gjørdi, at

tað var Stjørnan, sum

endaði omaná, tá ið avtornaði.

Endaliga úrslitið

gjørdist ein tryggur 22-17

sigur til Stjørnuna.

Við sigrinum hevur

Stjørn an lagt seg tvey stig

fram um VB, og tey stigini

kunnu koma at hava avgerandi

týdning. Bert fáir

Stjørnan vann týdningarmikla dystin móti VB í Vági í gjár, og harvið tóku

klaksvíkskvinnur eitt stórt fet móti FM-finaluni Mynd: Bjartur Vest

dystir eru eftir at leika, og

á pappírinum er tað bert

sannlíkt, at Stjørnan kann

missa stig í einum av

dystunum, ið tær hava eftir.

Tað er, tá ið Neistin kemur

á vitjan í Klaksvík.

Tí er einasta vónin hjá

VB, at tær sjálvar vinna sín

trupla útidyst í Havn komandi

vikuskifti móti Neistanum,

og at Neistin síðani

vinnur á Stjørnuni í Klaksvík,

um VB skal røkka

finaluni. Men mest sannlíkt

er, at tað verða Neistin og

Stjørnan, sum aftur í ár

hittast í FM-finaluni hjá

kvinnum.

Tjaldur tók øll á bóli

Tveir aðrir dystir vóru í

Sunset-kappingini um

vikuskifti. Annar dysturin

var í Runavík í gjár, og her

gjørdist talan um einki

minni enn eina sensatión,

tá ið Tjaldur púra óvæntað

koppaði suverena odda liðnum

Neistanum 25-24.

Hetta er bert næsti dysturin,

sum Tjaldur vinn ur í

hesum kappingarárinum,

og samstundis er tað bara

næsti dysturin, sum Neistin

tapir í hesum kapp ing arári

num.

Triði dysturin hetta

viku skifti bleiv leiktur

longu leygardagin, tá ið

Kyndil tók ímóti VÍF á

Hálsi í Havn. Kyndil vann

tryggan sigur 35-26, og tað

var eisini, hvat var væntað

framm anundan.

Við sigrinum í Vági í gjár hevur Stjørnan lagt seg tvey stig fram um VB á stigatalvuni Mynd: Bjartur Vest

Støðan í Sunset-kappingini

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig

1 Neistin 19 608 438 170 34

2 Stjørnan 19 498 434 64 28

3 VB 19 482 437 45 26

4 Kyndil 19 501 480 21 17

5 VÍF 19 465 508 -43 13

6 StÍF 18 416 465 -49 10

7 Tjaldur 19 412 620 -208 4

SETT UPP: PETRA ELIASDÓTTIR MIKKELSEN

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!