12.08.2013 Views

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

12 ÍTRÓTTUR

Nr. 46 · 5. mars 2012

Mjølnir gjørdi ordans hál

gjørdu eitt ordans hál í

teimum báðum

dystunum, sum teir

spældu um vikuskifti

TERJI NIELSEN

Setningurin hjá mansliðnum

hjá Mjølnir undan

dystunum í vikuskiftinum

var greiður. Teir skuldu

vinna báðar dystarnar, sum

báðir vóru á útivølli móti

SÍ og ÍF, um teir framhaldandi

skuldu halda lív í

finaludreymunum hjá sær.

Og tað var júst tað, sum

Mjølnir gjørdi.

Sá svart út í Sørvági

Fríggjakvøldið fóru klaksvíkingar

vestur í Vágar at

taka dystin upp við SÍ, sum

var greitt oddalið í kappingini,

og sum eisini vann

steypafinaluna á júst Mjølnir

fyri kortum.

Og fyrstu løtuna av dystinum

sá tað eisini út til, at

tað fór at ganga, soleiðis

sum tey flestu høvdu

væntað frammanundan. SÍ

vann tey bæði fyrstu settini,

25-19 og 25-18, og nú

vænt aðu tey flestu, at sigurin

var í hús.

Men í triðja settinum

reisti Mjølnir seg og vann

25-19. Hetta gav klaks víkingum

eitt sindur av blóð á

tonna, og Mjølnir fekk nú

ein veruligan gejst í spælið

hjá sær, og hetta sást aftur

úti á vøllinum. Fjórða sett

var javnt og spennandi,

men Mjølnir hevði meiri

vilja, og tað bar teir eisini á

mál, tí teir vunnu settið

25-21.

Nú skuldi javnbrótara til

fyri at finna ein vinnara av

dystinum, og í javn brótara

num sást týðiliga, hvat

av liðunum hevði meiri at

spæla fyri. Mjølnir var

nógv tað meira uppsetta

lið ið, og teir vunnu javnbrótaran

greitt 15-8 og

harvið dystin 3-2 í settum,

og tað høvdu fá væntað.

Lykladystur á

Kambsdali

Við sigrinum í Sørvági

fríggja kvøldið hevði Mjølnir

megnað helvtina av

setninginum fyri viku skifti.

Seinna helvt gekk fyri seg

á Kambsdali í gjár, tá ið

Mjølnir fór á vitjan hjá ÍF.

Júst ÍF og Mjølnir stríðast

um at sleppa í FM-finaluna

saman við SÍ.

Vann ÍF dystin á Kambsdali

í gjár, so var greitt, at

SETT UPP: REGIN DAVIDSEN Menninir hjá Mjølnir

Menninir hjá Mjølnir gjørdu eitt

ordans hál í teimum báðum

dystunum, sum teir spældu um

vikuskifti og vunnu á ávikavíst SÍ og ÍF

Savnsmynd

tað fór at verða ÍF, sum

kom í finaluna, men um

Mjølnir vann dystin, so

noyð ist ÍF at vinna sein asta

dyst in hjá sær, sum er móti

SÍ.

Tað vóru klaks víkingarnir,

sum byrjaðu dystin á

Kambsdali betur, og teir

vunnu fyrsta settið rættiliga

greitt 25-19.

Næsta settið var munandi

meiri javnt, og liðini

skift ust um at hava leiðsluna.

Striltið gekst við at

finna ein vinnara av sett inum,

og neyðugt var við

fleiri eykabóltum, fyrr enn

ÍF hevði vunnið settið 28-

26.

Fitt av áskoðarum vóru

til dystin á Kambsdali, og

tey sóu ein ógvuliga spennandi

dyst. Í triðja settinum

gekk framvegis javnt á,

men nú var tað aftur Mjølnir,

sum hevði ein lítlan

mun á vertunum og vann

settið 25-22.

Trýstið lá nú á fuglfirðingum,

sum skuldu vinna

fjórða sett fyri at halda lív í

dyst inum. Fjórða settið

gjørd ist ikki minni spennandi,

og ÍF vann settið 25-

23.

So eisini á Kambsdali

var neyðugt við javnbrótara,

og eisini her var tað Mjølnir,

sum endaði omaná í

javnbrótaranum. Úrslitið

var 15-11.

Við teimum báðum sigru

num um vikuskifti lyfti

Mjølnir seg upp um ÍF á

stigatalvuni, og klaks víkingar

hava nú 11 stig í mun

til tey 10 hjá ÍF. Men Mjølnir

hevur ongan dyst eftir

at spæla, meðan ÍF hevur

ein. Tann dysturin verður

komandi vikuskifti, tá ið ÍF

tekur ímóti FM-final istunum

úr SÍ á Kambsdali.

Vinnur ÍF tann dystin,

sleppa teir í finaluna, men

vinnur SÌ, so er tað Mjølnir,

ið kemur í finaluna. So

klaksvíkingarnir fáa einki

annað gjørt sjálvir enn at

bíða eftir tí dystinum.

SÍ er longu komið í FM-finaluna

Savnsmynd

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!