12.08.2013 Views

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

RULLANDI FISKI- LOYVIR GEVA FÁMANNA- VELDI

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Nú er greitt, at tað aftur

í ár verða Mjølnir og

Fleyr, sum koma at

dystast í FM-finaluni hjá

kvinnum í flogbólti.

Hetta bleiv avgjørt, tá

ið Fleyr í gjár vann ein

sera spennandi

oddadyst móti SÍ í

Gundadalshøllini

TERJI NIELSEN

Heilt fitt av fólki bæði úr

Havn og úr Sørvági hevði

leitað sær í Gunda dalshøllina

í Havn seinnapartin

í gjár til altavgerandi oddadystin

í Eik-liguni hjá

kvinn um millum Fleyr og

SÍ. Og teir mongu áskoðararnir

fingu eisini valuta

fyri pengarnar, tí dysturin

gjørdist akkurát líka

spennandi og intensur, sum

ein slíkur toppdystur skal

vera.

Fleyr sterkari álop

Í fyrsta settinum var tað SÍ,

sum leingi hevði munin,

men eftir at gestirnir úr

Sørvági høvdu lagt seg á

odda 15-10, tóku teir hvítu

úr Havn sær av álvara um

reiggj. Tær komu upp á

javnt 15-15, og so fylgdust

lið ini upp á 18-18. Men so

setti Fleyr turboina til, og

tær fóru frá SÍ, sum einki

hevði at svara aftur við.

Ser liga avgerandi hesa løtuna

vóru nakrar ógvuliga

góð ar servir frá Fleyr, sum

móttøkan hjá SÍ hevði

stórar trupulleikar av. Fleyr

vann settið 25-21.

Í næsta settinum skift ust

lið unum um at hava munin.

Fyrst var tað SÍ, sum

legði bragdligari fyri, men

við nøkrum góðum servum

frá veteraninum Hjørdis S.

Johannesen fekk Fleyr

javn að aftur og lagt seg á

odda. Álopið hjá Fleyr

koyrdi væl hesa løtuna, og

tær løgdu eitt gott servutrýst

á SÍ. Tað tóktist onkursvegna

sum um, at tær á

heimaliðnum ikki brúktu

líka nógva orku sum tær

hjá SÍ fyri hvørt stigið, ið

tær fingu.

Fleyr legði seg á odda

heili 19-14, og nú hildu tey

flestu, at settið var tryggjað

hjá heimaliðnum, men so

var ikki. Sørvágskvinnur

stríddust manniliga, og

spak u liga minkaði munurin

mill um liðini bæði. Fleyr

var eisini á odda 22-18,

men við Karin Mikkelsen á

odda fekk SÍ bart seg upp á

23-23, og nú var ein øgiligur

rómur á áskoðarapláss

unum. Liðini fylgdust

upp á 26-26, men so servaði

Fleyr ov langt, so at SÍ

fekk settbólt 27-26, og tá

ið SÍ servaði, kiksaði móttøkan

hjá Fleyr, og bólturin

fór út av vøllinum, og so

høvdu gestirnir úr Sørvági

vunnið næsta settið.

Neyðugt við

javnbrótara

Fleyr vann aftur triðja settið

25-18, og nú skuldi SÍ

vinna fjórða settið, um finaluplássið

ikki skuldi

gleppa teimum av hondum.

Og tað var júst tað, sum

sør vágskvinnurnar gjørdu.

Nú reistu tær seg av álvara.

Hóast Fleyr hevði ført ein

stóran part av fjórða settið,

so vildi SÍ ikki sleppa vertunum,

og tá ið tað fór at

sansa at, tóku tær yvir. Eftir

at hava verið aftan fyri 18-

14 løgdu tær seg á odda

21-18. Hesa løtuna vann

SÍ serliga eina rúgvu av

bólt um frammi við netið,

har blokkurin riggaði væl,

og álopið hjá Fleyr gjørdist

MÁNADAGUR 5. mars 2012 Nr. 46 · 135 árgangur

Fleyr í finaluna eftir gysara

Tað var serliga í álopspartinum, at Fleyr hevði munin á SÍ Mynd. Regin Davidsen

meiri og meiri stressað.

Vivian Mikkelsen hjá SÍ

var ógvuliga sentral hesa

løt una, tí hon servaði eina

rúgvu av góðum servum,

sum løgdu SÍ avgerandi á

odda, og gestirnir vunnu

settið 25-21.

Nú var neyðugt við einum

javnbrótara, og spenning

urin í høllini var ómetaliga

stórur. Men tað sást

skjótt í javnbrótaranum,

hvønn veg tað fór at ganga,

tí Fleyr legði seg tíðliga á

odda við nøkrum bóltum,

og SÍ megnaði ongantíð av

álvara at hótta leiðsluna hjá

heima liðnum, sum vann

javnbrótaran 15-9.

Ein týðandi partur í

sigri num hjá Fleyr vóru

TERJI NIELSEN

roynd irnar hjá serliga

Hjør dis Johannesen og

Guð rið Syderbø, og so eisini

Anja Danielsen, sum

spældi ein framúr góðan

dyst.

SÍ var ov nógv merkt av,

at tað hvílir ein ov stór

ábyrgd á Karin Mikkelsen.

Onk ursvegna tykist tað

sum um, at hvørja ferð

trýst ið liggur á SÍ, so er tað

Kar in, sum skal bjarga

teim um undan trýstinum.

Fleyr er nú í FM-finaluni

annað árið á rað, og aftur í

ár er mótstøðuliðið Mjølnir.

Í fjør fór Mjølnir avstað

við gullinum, men

stend ur tað til havnarliðið,

so verð ur tað øðrvísi í ár.

– Vit høvdu

fyrireikað

okkum væl

Kanska mest eyðsýndi leikarin á vøllinum í Gundadalshøllini

í gjár var Anja Danielsen hjá Fleyr. Hon

var sum vera man ovurfegin um sigurin á SÌ og harvið

plássinum í FM-finaluni.

- Vit høvdu fyrireikað okkum øgiliga væl til dystin.

Vit høvdu tosað nógv um dystin frammanundan,

og um hvussu vit skuldu gera, segði Anja Danielsen

eftir dystin.

Dysturin gjørdist sum kunnugt ógvuliga javnur og

neyðugt var við javnbrótara fyri at finna ein vinnara.

Hevði Anja Danielsen væntað tað?

- Eg hevði væntað ein javnan dyst. Hetta eru tvey

jøvn lið, og vit spæla altíð javnar dystir, segði hon.

Lands liðsleikarin hjá Fleyr helt, at tað serliga var í

álopspartinum, at Fleyr hevði munin, og at blokkurin

hjá teimum eisini virkaði væl.

Nú er Fleyr so komið í finaluna annað árið á rað,

og aftur í ár er mótstøðuliðið Mjølnir. Hvussu fyrireika

tær í Fleyr seg til finaluna?

- Nei, nú fara vit spakuliga at fyrireika okkum til

tað. Vit fara at gera ymiskt saman, sum kann vera

gott fyri samanhaldið í hópinum, og so annars bara

venja fram móti dystunum, segði Anja Danielsen.

Nógvir áskoðarar vóru til dystin í Havn í gjár, og

tað er ikki vanligt í Havn. Hvat dámdi Anju Danielsen

umstøðurnar til dystin móti SÍ?

- Tað var øgiliga stuttligt at spæla í dag við so

nógv um áskoðarum og sovorðnum stemningi. Fleyr

hev ði samlað fólk til at stuðla okkum hendan dystin,

tí hann hevði so stóran týdning, og tað kom væl við,

seg ði ein glað Anja Danielsen at enda.

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!