30.07.2013 Views

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

8

Á bls. 102:

5.1.21.6 verður orðað soleiðis:

5.1.21.6 At eftirgeva og fyrna skuld

§ 7 í kapitalvinningsskattalógini ásetur, at vinningur ella tap

við eftirgeving, fyrning, samanrenning (konfusjón), fyrilokan

(præklusjón) av skuld og orsakað av neyðskuldarsemju og

sjálvbodnari skuldarsemju verður roknaður við í skattskyldugu

upphæddina, í tann mun skuldin verður niðurskrivað niður um

kursvirðið á kravinum fyri kravánara, tá skuldin varð eftirgivin

v.m.

Vinningur og tap av ognum, undir hesum virðisbroytingar

(formuebevægelser), vórðu viðgjørd eftir vanligu reglunum í

skatta lógini tvs. § 29, nr. 1. Eftir hesum reglum kundi slíkt tap

og slíkur vinningur ikki dragast frá í uppgerðini av skattskyldugu

inntøkuni.

Vinningur og tap við innfrían ella frígeving av skuld

skulu altíð roknast við í skattskyldugu inntøkuna eftir

kapitalvinningsskattalógini. Hetta óansæð hvussu innfríanin

ella frígevingin av skuldini er farin fram, ella hvussu ella

við hvørjum endamáli skuldin er stovnað. Tó er ein ávísur

munur, tá talan er um lækking av framførarbærum halli eftir

§ 33, nr. 5 í skattalógini sambært niðanfyri. Reglurnar eru

galdandi fyri allar persónar og feløg v.m., ið koma undir § 2 í

kapitalvinningsskattalógini. Reglurnar eru galdandi bæði fyri

skuld í donskum krónum og útlendskum valuta.

Skuldareftirgeving fyriliggur, tá kravánari og skuldari gera eina

avtalu um eftirgeving av allari ella part av skuldini hjá skuldara.

Tá gerast skal av, um eftirgevingin av skuldini er skattskyldug

ella ikki, hevur tað ongan týdning, um talan er um einstaka

eftirgeving (singulær ordning), ella talan er um eina samlaða

avtalu um alla skuldina hjá skuldara (frivillig akkord). Tað, sum

er avgerandi, er, um krøvini hjá kravánaranum verða niðurskrivað

niður um virðið fyri hann, tá eftirgevingin fer fram. Hetta hevur

heldur ikki týdning, tá talan er um lækking av framfluttum halli,

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!