30.07.2013 Views

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

Tak niður... - Snar

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Framflutt hall skal vera býtt millum inntøkuna frá fiski-og

alivinnu og aðra inntøku í samsvari við, um hallið stavar frá fiskiog

alivinnu ella ikki. Útreiðslur til felagsumsiting o.t., ið ikki til

fulnar kunnu markast til antin inntøku frá fiskivinnu-og alivinnu

ella øðrum virksemi, verða býttar eftir bruttusøluni sambært

roknskapinum.

Á bls. 94:

5.1.15 Inntøkur av at leiga út fastogn

Inntøka av at leiga út fastogn kann vera sjálvstøðugt

vinnuvirksemi, og slík inntøka er tá B-inntøka. Men eisini í

hesum føri kann ivi vera, hvørt talan er um vinnu ella ítriv,

serliga tá eigarin sjálvur eisini brúkar ognina. Eisini í hesum

førum kann tí vera neyðugt at gera ítøkiliga lønsemismeting

viðvíkj-andi virkseminum, soleiðis sum tvær avgerðir hjá Skatta

- og avgjaldskærunevndini frá 2003 vísa. Talan er um avgerð frá

10.03.2003 (j. nr. 01S01-0119) summarhúsútleigan og avgerð frá

29.10.2003 (j. nr. 03-02-23-4) íbúð í Danmark.

Sum eitt alternativ ber nú til at lata leiguinntøku, ið stavar frá útleigan

av húsum v.m. til bústaðarendamál, verða bruttoskattaða við 25%,

men bara av tí partinum av inn-tøkuni, sum fer upp um 24.000 kr. um

árið. Hvør persónur hevur bara rætt til ein frádrátt á 24.000 kr., eisini

um hann eigur fleiri bústaðir. Eiga persónar í felag hús v. m., ið verða

leigað út, kann frádrátturin til samans ikki fara upp um 24.000 kr.

Einans inntøka av útleigu til bústaðarendamál kann verða skattað á

henda hátt.

5.1.16. Handil við fremmandum gjaldoyra

Endamálið við at handla við fremmandum gjaldoyra er at vinna

inntøkur. Hetta virksemið (eisini kallað terminsavtalur) er, at eitt

ávíst útlendskt gjaldoyra verður keypt ella selt til ávíst gangvirði

(kurs) at verða latið ein . . .

7

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!