29.07.2013 Views

Ævintýr á Snar VATNDRÝLADRONGURIN Síða 1 av 2

Ævintýr á Snar VATNDRÝLADRONGURIN Síða 1 av 2

Ævintýr á Snar VATNDRÝLADRONGURIN Síða 1 av 2

SHOW MORE
SHOW LESS

Create successful ePaper yourself

Turn your PDF publications into a flip-book with our unique Google optimized e-Paper software.

Ævintýr á Snar VATNDRÝLADRONGURIN Síða 1 av 2

18. VATNDRÝLADRONGURIN

a. Uppskrift av Kirkju, Fugloy

Eina ferð var tað ein drongur, sum hevði mist bæði faðir og móður og átti ongan eftir í

verøldini til at fjálga um seg. Ymsi fólk góvu honum eitt sindur til arbeiðis, lótu hann bera

vatn fyri seg og góvu honum hvørja ferð ein drýl afturfyri. Av hesum varð hann skýrdur

“vatndrýladrongurin” og livdi av tí, sum hann fekk fyri at bera vatn. Ein dagin bað

køksgentan hjá konginum hann bera sær vatn, og hann var fegin at fara. Tá ið hann tók

vatn upp úr ánni, kom eitt síl upp í byttuna; hann tekur sílið og sigur við tað, at nú skal

hann drepa tað. Men sílið biður hann ikki gera tað og lovar honum níggju ynskir afturfyri;

hvør ynskur, sum hann ger, av hesum níggju, skal ganga út. So sleppir hann sílinum, setur

seg á byttuna og ynskir eftir tí, at byttan skal bera hann heim aftur til køksgentuna. Byttan

av stað við honum og heim í kongsgarðin. Kongadóttirin stendur í vindeyganum, sær hann

koma ríðandi á byttuni og brestur í skellilátur. “Hatta er ikki minst býtt í dag, sum hatta

ber seg at,” sigur hon og heldur við hann, at hatta er ikki tespiligt vatn at drekka. “So víst

sum hetta vatnið er reint, verður tú við barn,” sigur drongurin. Og so varð kongadóttirin

við barn. Tá ið kongur sá, hvussu statt var við dóttrini, varð hann óður og spurdi, hvør ið

átti barnið. Hon visti ongan, segði hon, men hugsaði, at tað mundi vera

vatndrýladrongurin, tí hon kendi nakað á sær tann dagin, ið hon læði at honum, sum hann

reið byttuni. [Til at fáa at vita hetta víst, fekk kongurin barninum eitt gullepli at spæla við:

tá ið hann, sum pápi var, kom, skuldi barnið siga: “Pápi, tak!” So varð alt mannfólk í

ríkinum samankallað á slottinum, og við tað sama at vatndrýladrongurin kom, fór barnið

til hansara og rópaði: “Pápi, tak! 1.

Nú var kongurin so reint í luftini, at hann vildi beina fyri

øllum trimum: dóttrini, dronginum og barninum, og læt gera eina tríbotnaða ammu (stóra

tunnu) til at seta tey inn í. Botnur var í miðjuni, og hvørt var sett inn sínumegin, drongurin

og kongadóttirin; barnið var hjá mommuni. So setti kongur tunnuna á stikul beint á

sjógvin. Tá ið nakað er umliðið, spyr drongurin kongadóttrina, um hon er ikki svong. Tað

batar henni einki, heldur hon, um hon sigur, at hon er svong, og heldur ikki skoytir hon um

nakað frá honum fyri ta vanlukku, sum hann hevur ført yvir hana. Eina løtu eftir spyr hon,

um hann hevur mat. So ynskir hann navara, knív og drýl at liggja hjá sær, borar hol á

miðbotnin, býtur drýlin sundur í helvt og stingur annan drýlendan inn ígjøgnum holið til

hennara. Nú fáa tey betur tosað saman. Hon spyr hann, hvussu tað ber til, at hon kom at

verða við barn, og hann sigur henni, at tað var við ein ynsk: hon læði at honum, og tí ynskti

hann so. Hon spyr, um allir ynskirnir eru uppi hjá honum. Nei, sigur hann: hann hevur

fleiri eftir enn. So mátti hann ynskt tey øll trý aftur upp á land, sigur hon. Tað kann hann

altíð gera, heldur hann og ynskir so miðbotnin burtur, at bæði kunnu vera saman. Tá ið tey

hava verið saman eina løtu, ynskir hann, at tunnan skal standa uppi á landi. Við tað sama

eru tey á turrum, og hann spennir nú botnin burtur úr tunnuni. Tey ganga og raka ikki við

nakað hús. So ynskir hann sær og kongadóttrini eitt stórt slott at búgva í, fagrari enn slottið

hjá konginum, pápa hennara. Tað er alt í senn, so stendur slottið fyri teimum. Tey eru nú

so ógvuliga fegin, og hann sigur við hana, at nú skulu tey gera stórt brúdleyp og bjóða

konginum, pápa hennara, og øllum teim stóru harrunum. Teir koma allir. Hon letur

borðreiða, og borðbúnaðurin er prýðiligur og kongligur. Kongur situr til borðs næst

brúðfólkunum; lítið hugsar hann um, at tað eru tey bæði, vatndrýladrongurin og dóttir

hansara. Vín verður skonkt úr einum gullsteypi, sum gongur ímillum manna; ein maður

1 Hetta uppískoytið verður sum oftast lagt burturúr, tá ið sagt verður frá hesum ævintýrinum.

2011 www.snar.fo/aevintyr

Ævintýr á Snar VATNDRÝLADRONGURIN Síða 2 av 2

missir tað undir borðið og skal taka tað upp aftur; men einki steyp finst - tað er horvið.

Allir undrast: onkur skálkur man hava tikið. Kongur biður allar standa upp frá borði at

leita og reisist sjálvur úr sessi. Nú skramblar niður undan skikkju hansara sjálvs - tað er

gullsteypið. Kongur stendur so lotur; honum skilst ikki, hvussu hetta er komið upp á seg,

sigur hann. Nú tekur dóttirin at læa: á sama hátt, sum hon varð við barn, er hetta komið

uppá hann - við ein ynsk. Kongur stendur rættuliga bilsin; men nú siga brúður og

brúðgómur honum frá øllum, sum til hevur gingist við teimum. Hin gamli er ógvuliga fegin

við at hava fingið dóttrina aftur og býður báðum heim í slott sítt; men tey vilja heldur

búgva í teirra egna slotti, siga tey. Tá ið hin gamli kongurin doyði, varð vatndrýladrongurin

kongur eftir hann, og her endar søgan.

Frásøgn: Jóhan Hendrik Matras, Kirkju

b. Uppskrift av Syðradali, Kalsoy

Trækket med guldbægeret, som prinsessen ved bryllupsgildet bortønsker og får til at sidde

under faderens, kongens, kåbe, er taget fra en anden variant, optegnet i Sydredal, Kalsø,

efter fortælling af Erika Katrine Johannesen. I Fugløvarianten er det alt sølvtøjet på bordet

(knive, gafler og skeer), som bortønskes pa denne måde. I øvrigt ere de to varianter

overensstemmende.

En kat og en mus havde en krukke med smør i fællesskab, som de vilde gemme til

juleaften. De satte den på et afsides sted. Katten foregiver for musen, at dens søster har

født et barn, og at den (katten) er bedt om at være gudmoder. Den går hen og slikker af

krukken, og da musen spørger om barnets navn, svarer katten: Upp úr toppi. Anden gang

er barnets navn Mitt um miðju (krukken er da halvtom), og tredje gang Alt, d. v. s.: forbi.

Juleaften ser musen, at alt smørret er slikket, skælder katten ud og løber sin vej; men

katten lover at dræbe musen, hvor den ser den. Heraf fjendskabet mellem mus og kat.

Frásøgn: Erika K. Johannessen, Syðradali, Kalsoy

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Ævintýrið er her endurgivið við stavseting Hammershaimbs.

18 AT 675

2011 www.snar.fo/aevintyr

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!