30.04.2013 Views

Gongufaldarin f¿royskt.qxd - Kunning.fo

Gongufaldarin f¿royskt.qxd - Kunning.fo

Gongufaldarin f¿royskt.qxd - Kunning.fo

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

TIL GONGU

Í FØROYUM

kr. 10

2

VÆLKOMIN

Við hesum faldara bjóðar Ferðaráð Føroya tær

vælkomnum at ganga í okkara vøkru náttúru.

Einki er sum ein gongutúrur í haganum, har tú

kanst njóta friðsæluna og anda ta frísku luftina.

Føroyar eru einastandandi at ferðast í, tí tær nýtist

ikki at fara langt fyri at uppliva stórsligna og

óspilta náttúru. Eisini eru mong áhugaverd støð,

sum eru knýtt at søgu og søgn, at síggja á leiðini.

Gistingarmøguleikar eru í hópatali, so gonguferðin

nýtist ikki at enda sama dag.

Siðsøga og djóralív

Úti í haganum fært tú eina hóming av, hvussu

lívið hjá okkara forfedrum hevur verið. Gróthús,

neyst, gomul teigalendi, torvheiðar og kráir

minna okkum á, hvussu nær tey livdu upp at

náttúruni. Eisini sært tú gamlar bøgarðar, neytageilar,

rættir, ból, seyðahús og fransatoftir, sum

eru leivdir av smáum húsum, hagar fólk í gomlum

døgum leitaðu sær skjól undan sjórænarum.

Nógvur heiðafuglur er at síggja: spógvi, mýrisnýpa,

lógv, tjaldur, kjógvi, skúgvur, ravnur og

kráka.

Men eisini seyður, gæs og harur eru vanlig

sjón.

Bygdagøtur

Scandinavian Travel Award 2004

Gongutúrarnir, sum eru lýstir í hesum faldara,

eru allar uttan tveir, eftir bygdagøtum. Bygdagøturnar

eru elligomlu samferðsluleiðirnar millum

bygdir. Áðrenn koyrivegirnir komu, varð vanliga

gingið millum bygdir, eitt nú á ting, í handilsørindum

ella til næstu kirkju til gudstænastu,

barnadóp, brúðarvígslu og at enda ta seinastu

ferðina, borin í kistu.

Gøturnar eru merktar við varðum, sum eisini

eru elligamlir. Eins og í grannalondunum vísa

varðarnir, hvørja leið gøtan gongur, so tann, sum

gongur gøturnar, ikki villist av leið.

Túrarnir niðan á Klakk og út á Bøsdalafoss eru

ikki eftir bygdagøtum, men eftir ferðagøtum.

Túrarnir í hesum faldara eru lýstir fyri fólk,

sum ferðast í bili, bussi ella øðrum akfari. Í støðum

hava kommunurnar sett bygdagøtutalvur

upp, har túrarnir byrja og enda, annars verður

greitt frá, hvussu tú kemur til staðin. Tíðin, sum

er sett við hvønn túrin, vísir, hvussu leingi tú

gongur túrin í vanligari gongd. Matsteðgir og tílíkt

eru ikki roknað uppí. Kortini, sum nevnd

verða, eru topografisk kort, 1:20 000 frá Kort og

Matrikelstyrelsen, 1991. Kort fáast í bókahandlum

og kunningarstovum kring landið. Tær nýtist

ikki kort til allar túrarnar, spyr kunningarstovurnar

til ráðs.

Úgevari: Ferðaráð Føroya 2004, undir Bryggjubakka 17, P.O. Box 118, FO - 110 Tórshavn, Tel +298 355800,

Fax +298 355801, tourist@tourist.fo, www.tourist.fo · Myndir: Absalon Hansen, J. A. Arge, Guillaume Desmurs og Ferðaráð Føroya

Rithøvundur: Randi Meitil · Layout: Reproz · Kort: Partur av korti úr Føroyum 1:100.000 © Kort & Matrikelstyrelsen (A 61-03)

Forsíðumynd: Djúpadalur, Kalsoy · Gongur tú í fjøllunum, er ábyrgdin tín · Fyrivarni verður tikið fyri prentvillum og broytingum

Vís náttúruni ans So fara vit av stað

Náttúran er viðkvom, tí er sera umráðandi, at vit

øll fara væl um, so hon framhaldandi verður

varðveitt.

-Gakk eftir varðunum og aðrari merking og

far ikki av gøtuni út í bø ella haga.

- Lat hagaportrini aftur eftir tær.

- Far væl um varðar, hegn og garðar.

-Lat seyð, fuglar og plantur fáa frið.

- Ikki er loyvt at taka plantur, grót, egg, ungar

o.a. við sær úr haganum.

-Tað er siður at henta lesull.

- Lat ikki burturkast liggja eftir.

-Ansa eftir leysum gróti, einamest um tit eru

fleiri saman.

-Ansa eftir ikki at ganga teg út í mýrilendi.

Har kann vera djúpt.

-Hundar mugu ikki verða tiknir við í hagan.

-Tjald kann ikki setast upp í haganum uttan

loyvi frá jarðareigara.

- Ikki er loyvt at súkkla ella koyra í haganum

ella eftir varðagøtunum.

-Koyrir tú í bussi, verður rátt til, at tú kannar

fráferðirnar, áðrenn tú fert av stað. Á

summum bussleiðum eru ikki so nógvar

fráferðir, og harafturat kunnu eisini

broytingar koma í ferðaætlanini.

-Sig familju, verti ella kunningarstovu frá,

hvagar leiðin gongur. Sig somuleiðis frá, tá tú

ert komin vegin fram.

-Gakk altíð saman við øðrum.

-Hav altíð okkurt at drekka, mat ella okkurt

søtt við.

-Hav altíð kort, kumpas og floytu við.

-Gott er at hava fartelefon við á ferðini, men

minst til, at í haganum er ikki net samband

allastaðni.

Veðrið valdar

www.visit-faroeislands.com

- Lurta eftir veðurtíðindunum, um líkindi eru

at ganga.

- Far ikki av stað, um mjørki er.

-Kemur mjørki á, er sera umráðandi at halda

seg til varðarnar. Er so tjúkt, at ikki sæst

millum varðarnar, er best at bíða við ein

varða og at halda seg heitan.

-Vend aftur, um illa veit við. Tað er ikki

skomm at venda aftur.

-Ver væl ílatin, helst í fleiri pløggum, hvørt

uttan á øðrum. Veðrið kann skifta brádliga.

3

4

Tíð: 3 tímar av ferjuleguni niðan á Klakk og

aftur,11/2 tími av Hálsi niðan á Klakk og aftur.

Torleiki: Lætt

Longd: 10 km

Hædd: Upp í 413 m

Kort: 611

KLAKSVÍK – HÁLSUR –

KLAKKUR

Av ferjuleguni gongur tú ígjøgnum býin og síðani

eftir einum partvíst asfalteraðum eyrvegi,

Ástarbreytini 1, sum gongur heilt niðan á Háls.

Fólk við bili hava møguleika at seta bilin frá sær

har.

Hóast gøtan niðan á Klakk ikki er so nógv avmerkt,

so er sera lætt at finna. Tá tú stendur við

hagaportrið, miðar tú teg eftir tí hægsta punktinum

norðan fyri teg. Eisini stendur ein varði á

fyrstu sýnini, sum tú kanst hava sum ýti. Í

byrjanini gongur tú ígjøgnum gamlar torvheiðar.

Allan vegin niðan á Klakk er vallað og so gott

sum ikki ein steinpirra. Hetta er eitt av teimum

fáu støðunum í landinum, har til ber at standa á

skíðum um veturin.

Her er nógvur heiðafuglur: tjaldur, kjógvi,

mýrisnýpa, lógv, spógvi og likka. Ravnur er eisini

at síggja, og títlingurin heldur til við niðurdotnu

kráirnar.

Í dalinum beint sunnan fyri Hálsin er tað, tey

gomlu kallaðu á Vaktini 2. Søgnin sigur, at her

sótu fólk á varðhaldi og hugdu eftir ófriðarskipum.

Tá ið tú næstan ert komin niðaná og hyggur

oman líðirnar vestanfyri á fjallinum, sært tú

Føgrulíð 3. Her stóð Fólkaháskúlin, sum varð

settur á stovn í 1899, tey fyrstu árini, inntil hann

varð fluttur til Havnar. Her yrkti Símun av

Skarði í 1906 tjóðsangin.

Komin niðan á Klakk, hava vit eitt einastandandi

útsýni í allar ættir. Bratt er niðurfyri, ver tí

ikki áhaldsin! Vestanfyri síggja vit Leirvíksfjørð

og Gøtunes, Mjóvanes, og um sýnið er gott, eisini

Nólsoynna. Norðanfyri síggja vit Kalsoynna

og Kalsoyarfjørð. Á Kalsoynni síggja vit tríggjar

bygdir. Syðst er Syðradalur, so koma Húsar og

Mikladalur. Longri norðuri er Trøllanes, sum vit

ikki síggja. Framman fyri okkum hava vit tað

prúða Kunoyarnes. Kunoyggin er tann javnt

hægsta oyggin í landinum. Har eru seks fjøll

hægri enn 800 metrar. Eystanfyri síggja vit

Haraldssund, og endiliga hava vit eisini Klaksvíkina,

sum breiðir seg út undir okkum. Upprunaliga

vóru fýra bygdir her: í Uppsølum, í

Gerðum, á Myrkjanoyri og í Vági.

Tá tú kemur oman av Klakki, sært tú framman

fyri teg Hálgafelli og so Háfjall. Hinumegin á

Klaksvíkini sært tú Myrkjanoyrarfjall og Kjølin.

Kjølurin kemur av, at fjallið líkist einum holvdum

báti.

Túrurin endar á sama staði, sum hann byrjaði.

01

3

2

1

Tíð: 2 tímar. 40 minuttir eyka niðan til Altarið.

Torleiki: Miðal. Jøvn brekka er niðan á Skarðið. At

ganga oman til Hellurnar er brattari.

Longd: 9 km

Hædd: Upp í 353 m. (Altarið er á 483 m)

Kort: 512

FUGLAFJØRÐUR – HELLURNAR

Tú fert frá kunningarstovuni mitt í býnum og

gongur niðaneftir vestan fyri fótbóltsvøllin.

Fyrsta teinin gongur gøtan gjøgnum bø. Oman

fyri niðasta varða er ein ryggur, kallaður Rossaryggur

1. Farvegur av gøtuni sæst snúgva seg

niðan eftir rygginum. Vendir tú tær á, sært tú út

yvir Fuglafjørð og í vestri síggjast Blábjørg,

Jøklaskarð, Gjógvaráfjall og Niðan á Hús, har

fuglfirðingar í gomlum døgum krógvaðu seg

fyri sjórænarum. So kemur Nón, har sólin stendur

á um nónbil, sum er klokkan trý seinnapart,

Breiðaskarð, Kambur, Trælavatnaskarð, Tyrlar

og Ritafjall, sum fuglfirðingar kalla Leirvíksfjall.

Gøtan úr Fuglafirði til Hellurnar verður kallað

Sjúrðargøta. Søgnin sigur frá um eina kempu úr

Suðuroy, sum var komin til Oyndarfjarðar at

royna styrki. Ein dagin var Sjúrður bóndi í Fuglafirði

farin til útróðrar við synum sínum. Illveður

kom á teir, og teir seta upp í Oyndarfirði. Tá

eggjaðu oyndfirðingar Sjúrði til at royna seg

ímóti suðuroyarkempuni, men hann helt, at

heldur skuldi sonur sín, Sjúrður, royna. Teir fóru

so at glímast, og Sjúrður yngri vann. Pápin gav

soninum 24 hagafrælsi afturfyri. Hesi frælsi eru

framvegis til.

Á veg niðan á Fuglafjarðarskarð 2 gongur tú

fram við Malunarhavi. Søgnin sigur frá um

neytakonuna Maluna, sum var við barn, og sum

hinar neytakonurnar flentu at, tí hon ikki kláraði

at fylgja við teimum. Tá lyfti Malan havið, sum

vigar 176 kg. Einar 100 metrar vestan fyri gøtuna

rennur Neytakonukeldan. Í henni lá neytakonukrússið,

sum ein kundi nýta at sløkkja sær tostan

við.

Komin niðan á Skarðið, sært tú tveir stórar

varðar. Gamal siður er, hvørja ferð ein gongur

um Skarðið, at kasta tríggjar smáar steinar í hesar

varðar, meðan ein sigur »I navn Gud Fader,

Guds Søn og Gud Helligånd«. Hetta er fyri ikki

at villast, og at signa ferðina.

Av Skarðinum sært tú norðan fyri Oyndarfjørð:

Tind, Knúk og Sandfelli.

Fyrsta sunnudag í augustmánaði er siður at

halda fólkafund á Skarðinum. Av Skarðinum ber

til at leingja túrin 40 minuttir og ganga niðan til

Altarið 3, ovast á Rustakambi. Haðani er frálíkt

útsýni yvir Norðoyggjar og Norðhavið.

Hulduheyggjar 4 eru til vinstru handar, tá tú

gongur oman av Skarðinum. Her hjálpti jarðarmóðirin

á Dalbø í Fuglafirði eini huldukonu í

barnsneyð. Afturfyri fekk hon góða samsýning.

Ein onnur søgn sigur frá um eitt jarðarstríð

millum oyndfjarðarbóndan og Gullbrand, sum

var bóndi í Fuglafirði. Ein dagin vóru báðir og

róku seyð. Tá sær oyndfjarðarbóndin Gullbrand

binda nakrar av sínum seyðum úr, sum vóru

farnir um mark. Bóndin hevnir seg, stingur Gullbrand

í hel við stavinum og leggur líkið hjá úrbundna

seyðinum á rættargarðinum. Seinni biður

oyndfjarðarbóndin synir sínar fara eftir úrbundna

seyðinum og lata frammorreyða veðrin

liggja eftir. Gullbrandur var í morreyðum koti.

Synirnir bóru líkið niðan í Gullbrandshellið 5 og

haðani niðan undir Skarðið, har teir jarðaðu tað

við eina hellu, sum verður rópt Gullbrandsleiðið

6. Gøtan gongur fram við leiðinum.

Tá tú nærkast Hellunum, gongur tú oman

Kliv 7 og oman Spreingisbrekku. Eitt sindur bratt

er at ganga, til tú kemur til hagaportrið.

Bussleið 400 røkir Fuglafjarðarleiðina.

Leið 481 koyrir av Hellunum til Oyndarfjarðar

og Skálabotns.

02

5

7

6

4

3

1

2

5

6

Tíð: 2 tímar

Torleiki: Miðal. Eitt sindur tungt niðaná úr Kambsdali,

síðani gongur gøtan eftir sløttum, inntil tú

fert at ganga oman móti Skálafirði.

Longd: 3,5 km

Hædd: Upp í 373 m

Kort: 511

KAMBSDALUR – SKÁLAFJØRÐUR

Bussur 400 røkir leiðina til Kambsdals.

Tú gongur frá bussinum einar 300 metrar til

skótahúsini Kambur 1. Gøtan byrjar við ánna, og

gongur tú tá fyrst fram við gomlum torvheiðum

og kráarløgum hjá fuglfirðingum.

Tá tú ert komin niðan á Skarðsbrúnna 2, hevur

tú vítt útsýni yvir Fuglafjørð. Norðan fyri Fuglafjarðarfjøllini

daga Nestindar á Kallsoynni upp

ímóti himmalinum. Ytst á syðru síðu undir Borgini

stingur ein kneysi seg út, kallaður Eingilskahús

. Har sat ein maður á varðhaldi í ófriðartíðum.

Haðani sæst væl bæði norðureftir og suðureftir.

Vóru ófriðarskip at síggja, rann hann yvir í

Eysturskarð at glaða oman í bygdina.

Tú sært eisini nakað norður í Djúpini, Kalsoynna,

Skarðsgjógv á Kunoynni og Leirvíksfjall.

Har lá fyrsti koyrivegurin til Leirvíkar 3. Oman

móti sjóvarmálanum liggur Varmakelda. Síðst í

19. øld vóru tvær leirvíksgentur á veg til gongu

úr Leirvík til Eiðis, har tær skuldu ferðast í 14

dagar. Tá ið tað frættist av Eiði, at tær vóru ongantíð

komnar fram, varð leitað í øllum norðara

parti á Eysturoynni, og undir Varmakeldueiði

funnu tey nakrar ognarlutir hjá aðrari gentuni.

Um tað mundið, mintust fólk í Fuglafirði seg at

hava sæð tvey hetlendsk skip undir Varmakeldueiði,

og ein bát koma rógvandi inn til lands.

Fólk fingu illgruna til skipið. Genturnar spurdust

ongantíð aftur.

Tú fert nú at koma niðan á Trælavatn. Her er

um sumrarnar eitt likkubøli. Norðan fyri vatnið

kemur tú inn á gomlu varðagøtuna. Gøtan gongur

eftir sløttum, men lendið er ójavnt og skurslut.

Javnfjart, einar 100 metrar sunnan fyri gøtuna

ganga nakrir marknavarðar sum hagamark

4. Ansa eftir ikki at ganga skeivt!

Tá ið tú sært Skálafjørðin, heilt út á Toftavatn,

og tú hevur Nólsoynna í baksýni, greinar gøtan

seg sundur í tvey 5. Gøtan vinstrumegin fer oman

í Ánadal, og hin fer oman í bygdina í Skálafirði.

Varðarnir á gøtuni til Skálafjarðar síggjast vestanfyri,

við Reyðafelstindi 6 í baksýni.

Tá ið tú gongur oman í Tundradal, er best at

ganga oman við ánni sunnarumegin (vinstrumegin).

Hiðani sæst yvir á Øksnagjógv og Typpafoss

7 hinumegin dalin. Søgnin sigur, at har

goymdi búrkroppurin, Ormur bóndi á Skála, líkini

av oyrarbóndanum og soni hansara. Ormur

hevði dripið báðar tveir. Hann fekk óivað samvitskubit

seinni og avdúkaði seg, tá hann rópti

hart í svøvni: »Klæðini liggja undir kvørnini og

kropparnir undir Typpafossi.«

Ein onnur søgn sigur, at í fyrndini vóru fýra

menn úr Hattarvík, floksmenninir, sum ætlaðu

at leggja allar Føroyar undir seg. Teir fóru harðliga

fram, men eina ferð vórðu teir tiknir og

dømdir at verða stoyttir oman av hægstu Valaknúkum

8. Dómurin varð framdur, og teir vórðu

grivnir við Tingsteinin 9 undir Valaknúkum.

Úr Skálafirði kanst tú halda áfram beinleiðis til

Selatraðar (sí túr nr. 5 á kortinum).

Úr Skálafirði koyrir leið 400 til Leirvíkar,

Fuglafjarðar og Havnar. Leið 480 koyrir út á

Strendur og til Selatraðar, leið 481 koyrir til

Oyndarfjarðar.

03

7

9

8

1

2 3

6

5

4

Tíð: 2 tímar úr bygdini Lamba, 11/2 tími úr grótbrotinum.

Torleiki: Lætt. Eitt sindur tungt úr Lamba og niðaná,

so er lættgongt allan vegin.

Longd: 5,3 km

Hædd: 30 m – 243 m

Kort: 511 og 510

LAMBA – RITUVÍK

Leið 440 koyrir av Toftum til Lambareiðis. Fert tú

við leið 400 úr Fuglafirði ella Havnini, kanst tú

skifta til buss 440 í Søldarfirði, sum koyrir víðari

til Lambareiðis. Haðani hevur tú tveir møguleikar.

Annar møguleikin er at ganga einar 700 metrar

móti bygdini Lamba til bygdagøtutalvuna,

har tann gamla bygdagøtan byrjar1. Tú fert upp

um trappustigan og gongur niðan við ánni. Tað

er eitt sindur bratt at koma niðaná. Hin møguleikin

er at fara eftir einum asfalteraðum vegi,

sum gongur niðan til eitt grótbrot. Tann fyrsti

varðin stendur niðri í bønum, umleið 75 metrar

frá skeltinum2. Haðani kanst tú eisini koma inn á

gøtuna.

Tá tú er komin niðaná, hevur tú vítt útsýni út

yvir Lambavík. Har strandaði danska skipið,

Norska Løva, nýggjársaftan 1707. Skipið var á

veg til Eysturindia og ódnarveður brast á. Tey

vóru tá stødd vestur úr Suðuroyggjum (Hebridunum),

og haðani róku tey til Føroya. Í dag eru

eingi spor at síggja eftir Norsku Løvu, men

nakrir lutir av skipinum eru enn til. Í Havnar

kirkju hongur skipsklokkan og eitt modell av

skipinum, sum ein av manningini hevur gjørt.

Tvey borð komu eisini av skipinum. Annað er í

einum bóndahúsum í Lamba, og ein stólur úr

hesum tilfari er í savninum Blásastovu í Gøtu.

Tá tú hyggur suðureftir, sært tú varðarnar

standa á rað eitt langt strekki móti Rituvík. Vit

ganga ígjøgnum gamlar torvheiðar. Lendið er

slætt og gott at ganga á.

Tá tú nærkast Rituvík, sært tú Nólsoynna í

baksýni. Tú sært suður á Eystnes, vindmylluna á

Skarhæddini, Svangaskarð og á Streymoynni

sært tú munnan til Kaldbaksfjørð.

Vallað lendi er at ganga á heilt oman til vegin

í Rituvík.

Leið 442 koyrir úr Rituvík.

Ein annar góður og lættur túrur er eftir varðagøtuni

millum Nes og Æðuvík, túrurin tekur ein

tíma.

04

1

2

7

8

Tíð: 31/2 tíma

Torleiki: Miðal/tungt. Niðaná er bratt, tungt og drúgt

at ganga. Komin niðaná, verður gingið eftir

toluliga sløttum. Vallað er oman til Selatraðar.

Longd í km: 7

Hædd: Upp í 360 m

Kort: 511 og 510

SKÁLAFJØRÐUR – SELATRAÐ

Til Skálafjarðar koyrir leið 400 úr Fuglafirði, Leirvík

og Havn. Leið 480 koyrir av Strondum og

leið 481 úr Oyndarfirði.

Fyrst gongur tú eftir koyrivegnum gjøgnum

bygdina Skálafjørð umleið tveir kilometrar, til tú

kemur til Innaru Ennisá 1, norðan fyri eitt grótbrot.

Her gongur tú upp. Ovast í brattanum

gongur tú ígjøgnum eitt urðarkent lendi, Ennisstíggj

2. Her er umráðandi at halda seg til gøtuna

og vara seg fyri leysum gróti.

Komin niðaná, gongur gøtan beint eitt langt

strekki. Lendið er fyrst grýtut, so er vallað, men

eisini er mýrilendi, og her mást tú ansa tær og

ikki ganga teg í blotar, tí tú kanst søkka djúpt

niður.

Her sært tú víða. Eystanfyri sært tú Støðlafjall,

Gøtueiði, Borðoyarnes og Sigatind. Vendir tú tær

á og hyggur norðureftir, síggjast høgu fjøllini

norðanfyri á Eysturoynni, teirra millum Slættaratindur.

Høgrumegin hevur tú Reyðafelstind,

har tú týðiliga sært Eysturoyarsyllina ovast. Ein

kann ímynda sær tær veldigu náttúrukreftirnar,

sum har hava virkað, tá ið grótbræðingin er

komin upp innan úr jørðini og hevur skotið seg

inn millum basaltfláirnar fyri meira enn 50 milliónum

árum síðani.

Søgnin sigur frá um Orm bónda á Skála, sum

var ein illgerðarmaður og seyðatjóvur. Hann

hevði dripið oyrarbóndan og son hansara, og tí

varð hann dømdur at missa lív á Eysturoyar

tingi, Stevnuváli. Stevnuválur er ein heyggur við

ánna inni millum Fjarða, einar 50-100 m sunnan

fyri, har Heltnará rennur oman í Fjarðará. Tá

dómurin varð upplisin, flýggjaði Ormur bóndi

og reið hesa somu leiðina, sum vit ganga. Menn

fóru aftan á honum. Í brekkuni legðist hesturin

fyri, og hann mátti halda fram til beins. Tá fekk

ein maður hann aftur á Selatraðskarði, kastaði

seg við knívi í hond eftir Ormi bónda og rakti

hann í hælsinuna, so hon kvettist av. Ormur

bóndi varð nú tikin, avrættaður og grivin við

Stevnuvál, haðani síggjast kundi í allar teir hagapartar,

sum hann hevði stolið í.

Tá tú hevur sneitt móti Selatrað, hevur tú

Borgarfelli vinstrumegin. Tú sært eisini yvir á

Streymoynna, Sornfelli og Skælingsfjall vestanfyri.

Komin oman av slættanum, sært tú norður

gjøgnum Sundalagið og Hósvík. Eisini sært tú

suður gjøgnum Tangafjørð, fjarðarmunnan í

Kollafirði, og norðastu húsini í Kollafirði.

Oman fyri bygdina Selatrað gongur gøtan nær

teirri gøtuni, sum kemur av Skála. Ansa eftir ikki

at fara av gøtuni nú! Tú skalt halda teg til varðarnar

á gøtuni 3 vestanfyri (høgrumegin). Tá tú

ert komin oman móti bøgørðunum, fert tú um

eina á, sum rennur við eina grótrætt. Har fert tú

um eitt portur og so oman móti bygdini

ígjøgnum eina geil.

Bussur nr. 480 koyrir til og frá Selatrað.

05

3

2

1

Tíð: 31/2 tíma oman á Fjørð 6 í Vestmanna. 4 tímar

um tú gongur oman við Gjógvará 4 .

Torleiki: Miðal. Eitt sindur tungt niðaná. Ansa tær við

Bjendalsgjógv 5 tí bratt er niðurfyri.

Longd: 10 km

Hædd: Upp í 385 m

Kort: 411 og 311

HVALVÍK – VESTMANNA

Túrurin byrjar við Myllá, sum rennur norðan fyri

Missiónshúsið í Hvalvík. Gingið verður fram við

ánni, inn um eitt portur og so gjøgnum eina

gamla geil. Rás er fram við ánni norðanfyri. Einar

200 metrar frá Hvalvíksgjógv1 er fyrsti varðin.

Tá tú ert komin um Eggjarmúla2, er frálíkt útsýni

inn gjøgnum Saksunardal, longsta dal í

landinum. Hiðani fylgir gøtan SEV linjuni heilt

til Vestmannar.

Fyrsta gravkúgvin, ið varð keypt til landið,

kom til Hvalvíkar. Hon var kallað Hvalvíkskúgvin.

Eina ferð vildu vestmenningar læna

hana til eitthvørt arbeiði. Tá fóru teir við henni

upp um Hvalvíksskarð eftir hesi somu gøtu.

Vit koma nú fram á ein varða, laðaður á ein

stóran stein – kallaður Kellingarsteinur3. Gøtan

greinar seg sundur við næsta varða eftir Kellingarstein

– hin syðra fer til Kvívíkar og hin norðara

til Vestmannar.

Uppi á Hvalvíksskarði síggja vit yvir á Mýrarnar

og eina av teimum fyrstu byrgingunum hjá

SEV, gjørd fyrst í 60 árunum og tríggjar vindmyllur

frá 2003. Suðureftir er fjallarøðin við

Egilsfjalli, Goturshálsi, Sátuni og Skælingsfjalli,

og á Vágalandinum síggjast Reynsatindur,

Heldarstindur og Havnartindur.

Beint framman fyri okkum hava

vit Loysingarfjall. Frásøga er um

eina smágentu í Vestmanna, ið var

blivin burtur í bygdini og ongastaðni

var at finna. Dagin eftir fann

ein seyðamaður hana ovarlaga á

Loysingafjalli. Hon segði frá, at ein

maður í hvítum klæðum hevði leitt

seg og givið sær at eta. Ongin kendist

við henda mann.

Ein onnur frásøga er um eina

unga neytakonu, sum var blivin

burtur við Gjógvará4 06

4

í áarføri. Hon 7

hevði verið áhaldsin og fór eftir

ánni oman í tann stóra fossin. Ikki var hugsingur

um, at hon kom livandi frá fallinum. Tá ið fólk

heima við hús hoyrdu tíðindini, varð beinanvegin

farið at leita. Men onki lík funnu tey. Gentan

var ikki deyð. Nakin og illa fyrikomin lá hon

niðri í gjónni og neyðhelt sær á einum steini,

meðan hon hoyrdi fólk rópa eftir sær. Hon tordi

ikki at gera vart við seg av ótta fyri huldufólkum

og trøllum. Ikki fyrr enn dagin eftir, tá áarførið

var hæsað av, tordi hon at nærkast húsum. Tað

var eitt satt undur, at hon kom frá hendingini við

lívinum.

Eftir varðunum og SEV linjuni kemur tú oman

vinstrumegin Bjendalsgjógv 5. Tá gøtan sneiðir

suðureftir, skal ein ansa sær, tí bratt er niðurfyri.

Tveir møguleikar eru at ganga oman í Vestmanna.

Við byrgingarnar um Fossá greinar gøtan

seg sundur. Tú kanst ganga eftir koyrivegnum

oman á Fjørð 6 ella fara upp um ketuna hjá

SEV, yvir um fyrstu byrgingina, halda fram eftir

varðunum og koma oman í Vestmanna fram við

Gjógvará, har áðurnevnda neytakona varð burtur,

og oman í Miðalsbrekku 7.

Bussur nr. 100 røkir Vestmannaleiðina.

5

6

3

2

1

9

10

Tíð: 21/2 tíma frá bussstegðiplássinum við

tunnilsmunnan oman fyri Oyrareingir.

Torleiki: Lætt/miðal. Úr Kollfjarðardali til varðan á sýnini

er eitt sindur tungt. Haðani er lættgongt.

Longd: 4,4 km

Hædd: Upp í 260 m

Kort: 410

KOLLFJARÐARDALUR –

LEYNAR

Farið verður frá Búnaðardeplinum 1 í Kollfjarðardali.

Tey, sum koyra við bussi, kunnu koyra við

leið 300 úr Vágum og leið 100 úr Vestmanna ella

Havnini. Bussarnir úr Vágum og Vestmanna

steðga við statoilstøðina í Kollfjarðardali, har tú

skalt skifta buss. Eisini ber til at koyra við leið

400 úr Fuglafirði, Leirvík ella Havnini. Steðgiplássið

2 er við tunnilsmunnan oman fyri Oyrareingir.

Haðani gongur tú eftir landsvegnum

móti Búnaðardeplinum, umleið ein km, til tú

kemur til eitt portur vinstrumegin vegin. Frá

portrinum gongur tú fyrst eftir einum dyrkingarvegi,

til tú kemur til sjálva bygdagøtuna.

Oman í Kollfjarðardal við Búnaðardepilin

renna tríggjar áir, túrurin byrjar við mittastu

ánna, Brekká 3, sum rennur norðan fyri Búnaðardepilin.

Gingið verður niðan við ánni og ein

kann hava varðan uppi á sýnini sum ýti.

Tá tú ert farin niðan um Oyggjarvegin 4 og

stendur við tann fyrsta varðan 5, sneiðir tú

norðureftir.

Við annan varðan kemur tú til Skælingsvatn 6.

Vatnið hevur eisini havt onnur nøvn, og eitt av

teimum er Nykatjørn. Tíðliga í tíðini hava fólk

varnast, at okkurt livandi og óvanliga stórt helt

til í vatninum, og sum mannahugsan var, so

mátti tað vera nykurin. Nykurin býr í vøtnum og

er ein skapningur, ofta líkur hesti. Frásagnir eru

um fólk, sum hava roynt at fanga nykin, og hava

fingið ovurstór síl í gørnini. Soleiðis varð beint

fyri nykinum og navninum Nykatjørn.

Tríggir hagar hava mark við vatnið: Norðari

Skælingshagi, hagin uttan fyri húsini í Leynum

og Heygshagi í Kollafirði. Fleiri gøtur koma saman

her. Tær eru gamla Oyggjargøtan, gøtan, vit

ganga á úr Kollfjarðardali til Leyna og gøtan til

Skælings.

Fjallið norðan fyri Skælingsvatn eitur Sátan.

Her síggja vit Streymoyarsyllina, og í homrunum

eigur havhestur.

Sunnan fyri okkum er Skælingsfjall. Fyrr var

hildið, at tað var hægsta fjall í Føroyum, men tá

hæddin varð máld við framkomnum mátitólum,

vísti fjallið seg at vera 100 m lægri enn tað hægsta.

Siðvenja er at fara niðan á Skælingsfjall jóansøkunátt

at síggja sólina fara í kav, og nakrar tímar

seinni rísa aftur.

Tá tú gongur longri, sært tú yvir á Vágalandið

vestanfyri og Koltur sunnanfyri.

Varðarnir ganga allan vegin oman í Leynabygd.

Leið 100 steðgar Frammi á Trøð á Stykkinum,

beint eftir tað, at tú ert komin um brúnna.

07

6

5

4

3

1

2

Tíð: 21/2 tíma annan vegin

Torleiki: Tungt. Bratt og tungt er at ganga niðan Gásadalsbrekkuna.

Somuleiðis er bratt niðan úr

Gásadali. Ansa eftir leysum steinum á gøtuni!

Longd: 3,5 km

Hædd: 100 - 434 m

Kort: 210

BØUR – GÁSADALUR

Leið 300 koyrir av Havnini til Sørvágs. Avtala

um at koma til Bíggjar við bussi skal gerast

frammanundan við bussføraran og tann ferðandi.

Har koyrivegurin endar, einar 3 km vestan

fyri Bíggjar bygd, byrjar gamla bygdagøtan.

Gásadalur hevur verið ein av mest avbyrgdu

bygdum í landinum. Ringt er at koma til bygdina

sjóvegis, og ongin vegur hevur verið. Tí hevur

henda gøtan verið einasta samband til aðrar

bygdir, tá farið varð til handils ella onnur ørindi.

Hóast tyrlan hevur flogið til Gásadals síðani

1983, so hevur postmaðurin gingið upp um fjallið

tríggjar ferðir um vikuna til februar 2003, tá

hol varð sprongt gjøgnum fjallið. Eftir ætlanini

verður tunnilin liðugur í 2005.

Fyrsta strekkið er gøtan brøtt, og gongur tætt

úti við eggina 1. Gakk tí sera, sera varliga og fylg

pelunum, men gloym tó ikki at njóta tað framúrskarandi

útsýnið yvir Sørvágsfjørð, Tindhólm,

Gáshólm og Mykines.

Í Gásadali er ongin kirkja, tí er gudstænasta og

lestur í skúlanum. Kirkjugarðurin er frá 1873.

Fyri tað vórðu fólk grivin í Bø. Kistan varð borin

upp um fjallið til Bíggjar. Ógvuliga tungt var at

ganga, og tað einasta staðið, har berararnir

hvíldu, var við Líksteinin 2, sum tú kemur til

miðskeiðis á ferðini.

Longri frammi kemur tú til Kelduna Vígdu 3.

Søgur siga frá um eitt pinkubarn í Gásadali, ið

varð vorðið ógvuliga sjúkt og mátti til læknan í

Bø. Á veg til Bíggjar versnaði barnið, og tað stóð

um lív. Sambært kristnari trúgv missir tú sálarinnar

frelsu, doyrt tú ódoyptur. Tískil vígdi

prestur, ið var við í ferðini, í skundi kelduna og

doypti barnið.

Tá tú heldur fram á ferðini, sært tú Risasporið

4. Søgnin sigur frá um tveir risar. Annar búði í

Gásadali og hin í Mykinesi. Eina ferð vóru teir

komnir til ilnar, og gásadalsrisin ætlaði sær út til

Mykines at fáa gjørt av trætuna. Tá gjørdi gása-

dalsrisin sær renningarlop eftir fjøllunum, og í

einum lopi kom hann út í Mykines. Hann spenti

so fast í vøllin, at sporið sæst enn tann dag í dag.

Av Skarðinum snýr gøtan sær oman fjallasíðuna

til bygdina. Ansa eftir tí leysa grótinum!

Í bygdini eru miðaldartoftirnar Uppi við Garð

og Gæsutoftir.

Til ber at flúgva úr Gásadali við tyrlu tríggjar

ferðir um vikuna. Ætlar tú tær við tyrlu heim aftur,

mást tú frammanundan bíleggja pláss hjá

Atlantsflogi.

08

4

3

2

1

11

12

Tíð: 2 tímar aftur og fram

Torleiki: Lætt. Tú gongur so at siga eftir sløttum

heilt út til fossin, haðani tú sært víða.

Longd: 5 km aftur og fram

Hædd: 30 m – 100 m

Kort: 309

MIÐVÁGUR – BØSDALAFOSSUR

Leið 300 koyrir úr Sørvági og úr Havnini.

Tú fert úr bussinum við løgreglustøðina 1 í

Miðvági og gongur fyrsta strekkið gjøgnum

bygdina suðureftir, til tú kemur til hagaportrið.

Meðan tú gongur í bygdini, sært tú eystur á

Trøllkonufingur. Tað er ein stakkur sandavágsmegin.

Tú kemur nú til hagaportrið 2, har gøtan

byrjar. Henda gøtan er ikki bygdagøta, men

gomul torvgøta, sum fólk nýttu, tá tey fóru at

skera torv. Tú gongur fram við nógvum torvheiðum

og niðurdotnum kráum. Ongir varðar

eru á gøtuni.

Vatnið er størsta vatn í Føroyum. Tað verður

kallað bæði Leitisvatn og Sørvágsvatn, men

flestu vágafólk kalla tað Vatnið.

Fleiri frásøgur eru um tey fornisku við Vatnið.

Á leiðini úr Miðvági til Sørvágs skuldi vera ein

hulduheyggur. Eina ferð bjóðaði ein huldukona

presti inn í heyggin. Har skuldu vera nógv trøll

inni. Tá prestur, sum dugdi meiri enn at mata

seg, fór haðani, læsti hann heyggin, so hann ikki

kundi latast upp aftur. Tá skuldi tað bæði rína og

hvína innanfyri.

Nykur hevur eisini verið við Vatnið. Nykurin

er ein skapningur, ofta líkur vøkrum hesti, og

hann býr í vøtnum. Hann lokkar fólk til sín, og

so dregur hann tey við sær til botns í vatninum.

Eina ferð vóru børn farin at spæla við Vatnið. Tá

kom nykurin í skapilsi av einum stórum hesti

oman til teirra, og tey fóru upp á bakið á honum

at spæla. Minsti drongurin, sum ikki var sloppin

uppá, rópaði bangin á beiggja sín, Niklas: »Nika

beiggi« (hann dugdi ikki rættiliga at tosa enn).

Nykurin, ið helt tað vera navn sítt, ið hann rópti,

misti tá megi sína og hvarv, og børnini vórðu

bjargað. Nykurin missir alla sína megi, tá hann

hoyrir navn sítt nevnt.

Úti í Svanga 3 er nógvur fuglur um summarið.

Trælanípa er meitilberg, sum stingur seg steyrrætt

142 metrar upp úr sjónum. Navnið skal hon

hava fingið, tí søgnin sigur at trælir vórðu stoyttir

oman her í víkingaøld. Her skalt tú ansa eftir

ikki at ganga teg útav. Hiðani sæst tað syðsta á

Streymoynni, Hestur, Koltur, Sandoyggin, Skúvoyggin

og Suðuroyggin.

Tá tú kemur heilt út at tromini við Bøsdalafoss,

sært tú eina av teimum mongu leivdunum í

Vágum, sum bretar løgdu eftir seg eftir annan

heimsbardaga.

Er Bøsdalaá ikki stór, sleppur tú turrskødd/ur

yvirum. Tá kanst tú ganga niðan á eitt skarð, har

frálíkt útsýni er yvir Geituskorardrang. Tú sært

eisini Sørvágsbjørgini, Mykines og Mykineshólm,

og hyggur tú suðureftir, síggjast Sandoyggin,

Skúvoyggin og Suðuroyggin.

Heimaftur gongur tú eftir gøtuni niðri við

Vatnið somumegin sum tá tú gekst út. Gøtan

gongur at enda gjøgnum eina rætt 4.

Leið 300 hevur fimm steðgipláss í Miðvági.

09

3

4

2

1

Tíð: 2 tímar

Torleiki: Lætt

Longd: 7 km

Hædd: 100 m - 230 m

Kort: 408, 508 og 509

TÓRSHAVN – KIRKJUBØUR

Túrurin byrjar úti á Krossinum, har Velbastaðvegurin

og vegurin oman til Sandá møtast. Har

er gøtan til Kirkjubøar.

Fyrst gongur tú niðan brekku. Her sæst farvegurin

eftir eini rossagøtu, sum tey eina ferð

fóru at gera og eftir ætlan skuldi binda Havnina

og Velbastað saman.

Hon varð tó ongantíð liðug. Tá tú næstan ert

komin niðaná, er ein stórur steinur einar tveir

metrar frá einum varða. Gamalt var ikki at ganga

ímillum varðan og steinin, tí so skuldi tú

doyggja, áðrenn árið var liðið.

Komin niðaná, og um tú vendir tær við, hevur

tú eitt gott útsýni yvir Havnina og alla Nólsoynna.

Tá tú fert aftur til gongu, rundar tú

Reynsmúlan og kemur til Reynsmúlalág.

Framman fyri teg hevur tú eisini tvey smá vøtn,

har ofta nógv rita er. Fylgir tú varðunum, sært tú

ein talarastól 1 laðaður úr gróti. Seinastu 120 árini

hava fólkafundir verið hildnir á hesum staði við

veittrandi fløggum, tjóðskaparligum røðum og

fosturlandssangum yrktir til høvið. Tú kanst

ímynda tær, hvussu mannamúgvan hevur sitið í

brekkuni framman fyri talarastólin og lýtt á Jóannes

bónda, sum var ein av undangongumonnunum

í føroysku tjóðskaparrørsluni.

Gøtan heldur fram suðureftir. Á leiðini sært tú

Velbastað, og tú hevur eitt stórfingið útsýni yvir

Sandoynna, Hest, Koltur og Vágar. Søgnin sigur

frá um Magnus, ein ungan mann í Koltri, sum

fríggjaði til eina gentu í Hesti. Pápi gentuna vildi

ikki vita av, at tey komu saman. Tí møttust tey í

loynd. Hann svam um sundið á kyrrindum, var

saman við gentuni, og tá streymurin aftur var til

vildar, svam hann aftur til Kolturs. Hetta varnaðist

pápi gentuna, og tað dámdi honum illa. Eina

ferð, tá Magnus kom upp á land, stóð pápin fyri

honum við øks og hótti við at drepa hann. Fríggjarin

var nú noyddur at venda aftur, og tá spurdist

einki aftur til hansara. Óivað hevur streym-

urin tikið hann og ført hann til havs. Søgnin

sigur eisini, at eftir hetta, tók tað serliga rákið seg

upp á Kolturssundi, ið nevnt verður Grísarnir.

Hetta skuldi vera í hevnisøku.

Tá tú nærkast Kirkjubø, sært tú ein hólm,

Kirkjubøhólm, sum hevur verið landfastur og

partur av bygdini. Úti á hólminum síggjast enn

gamlar húsatoftir.

Gøtan gongur nú so líðandi oman móti bygdini

og endar við rulluportrið einar 50 metrar frá

teimum fyrstu húsunum.

Bussur nr. 101 koyrir millum Kirkjubø og

Havnina.

10

1

13

14

Tíð: 5 tímar aftur og fram. 15 min. oman í Stallin.

Torleiki: Miðal. Niðan á Hvíliplássið 3 er bratt. Síðani er

slætt út á Borðuna.

Longd: 6 km út til Nólsoyar vita og haðani 800 m

vestur í Stallin.

Hædd: Upp í 200 m

Kort: 508 og (509, bert gamla gøtan er merkt á )

NÓLSOY – BORÐAN

Av Havnini siglir Ritan av Bursatanga við Eystaruvág

út til Nólsoyar.

Túrurin byrjar við vegin, sum gongur úr Nólsoyar

bygd, suðureftir. Beint innan fyri bøgarðin

gongur tú fram við einum øki við nógvum toftum

úr eldri tíð. Hetta er ein gomul búseting, ið nevnist

Korndalur 1. Ein av toftunum vinstrumegin, er

Prinsessutoftin. Søgnin sigur frá um eina kongsdóttur,

ið var komin til ilnar við pápa sín, tí hann

vildi ikki kennast við mannin, sum hon hevði

kosið sær og var vorðin við barn við. Tey flýddu,

komu til Nólsoyar og settu búgv í Korndali.

Stutt uttan fyri bøgarðarnar sæst farvegurin eftir

teirri gomlu vatnleiðingini. Henni skalt tú fylgja

til gamla vatnbrunnin 2. Har taka varðarnir við, og

skjótt fert tú at ganga niðan brekkuna fyri vestan

á oynni. Har tú gongur upp, er eitt stað, har fólk

fyrr krógvaðu seg fyri sjórænarum, kallað »Uppi í

Skipi«.

Komin næstan niðaná, er Hvíliplássið 3. Vanligt

er at hvíla seg her. Vit síggja Norðuroyggjar, inn á

Skálafjørðin, Sundalagið, alla Havnina og eitt

sindur av Sandoynni. Eitt sindur syðri, á

Kaginum 4, er sera gott útsýni suðureftir. Navnið

kemur av, at fólk í ófriðartíðum, hava gingið frá

skýlum í oynni og higar at kaga, um ófriðarskip

lógu á víkini.

Ansað væl eftir blotum undir Longubrekku 5.

Við Kolturskeldu 6 sæst Koltur daga fram undan

Reynsendanum.

Úti á Borðuni gongur gøtan gjøgnum gamlar

torvheiðar. Varðar eru allan vegin út til Nólsoyar

vita á Tumbanum. Tá tú gongur, kanst tú eisini

hava sum ýti tvær mastrar 7, sum stinga seg upp,

har vitahúsini standa. Eitt sindur norðan fyri húsini

bygdu bretar tvey hús, tveir sonevndar

attrapar, fyri at villleiða týskararnar undir krígnum.

Nólsoyar viti var bygdur frá 1892-93. Linsutólið

er eitt tað størsta av sínum slagi í heiminum.

Linsan er 2,82 m høg og vigar umleið 4 tons. Eins

og vitin, so eru vitahúsini eitt vala bygningsverk.

Tey eru laðað úr høgdum gróti, og oman fyri húsini

sæst staðið, har teir hava tikið grótið. Húsini

eru bygd til trý húski. Tá flest fólk búðu úti á

Borðuni, vóru 10 børn. Á Borðuni skiftust tey við

Nólsoyar bygd at hava skúla. Nú býr eingin úti á

Borðuni, men vitapassararnir ganga higar

dagliga. Úti fyri vitanum sært tú drangin Kapilin.

Til ber eisini at ganga oman í Stallin 8. Stallurin

er lendingin, har alt, sum varð ført út á Borðuna,

varð uppskipað. Men eisini hava nólsoyingar ført

nógv torv sjóvegis um Stallin. Navnið Stallurin

kemur av, at bátarnir kundu liggja lið um lið eins

og ross í einum stalli.

Á vegnum heim aftur mást tú vera varin og

halda teg til varðarnar, fyri ikki at villast, tá tú fert

at ganga oman brekkuna. Har standa tveir varðar

tætt saman. Hin norðari er Omansneiðingarvarðin

9. Hann vísir tær, nær tú skalt sneiða oman.

11

1

3

4

2

6

9

5

8

7

Tíð: 3 1/2 tíma

Torleiki: Lætt til Skarvanesar, miðal til Dals

Longd: 7,5 km

Hædd: Upp í 100 m (300 m til Dals)

Kort: 506

GUÐRUNARLØKUR – SKARVA-

NES – DALUR

Úr Havnini koyrir bussur 101 til Gomlurætt.

Haðani siglir tú við Teistanum til Skopunar. Úr

Skopun koyrir tú við leið 601 móti Dali og fert úr

bussinum við Guðrunarløk 1.

Tú kanst eisini fara við leið 600 móti Skálavík

og biðja um at verða settur av við krossvegin

Skálavík/Húsavík, og so ganga 200 metrar móti

Húsavík til Guðrunarløk, sum rennur við eina

rætt við vegin.

Av Guðrunarløki til Skarvanes.

Gingið verður frá rættini við Guðrunarløk fram

undir rókunum sunnanfyri. Undir rókunum er

Runtaurð 2. Søgnin sigur, at Runti var seyðatjóvur,

sum krógvaði seg har. Jóladag hevði hann

hættað sær út úr sínum skýli at kóka sær eitthvørt

til matna, eftir sum hann ikki helt fólk vera

úti tá. Men so var ikki. Hann varð sæddur og

tikin.

Eitt stutt petti longri frammi við gøtuna koma

vit til Klovnastein 3. Tað eru tveir steinar, sum

standa soleiðis, at teir tykjast at vera ein, sum er

klovin. Gamalt var, at ein skuldi ikki ganga ímillum

teir, tí so skuldi ein doyggja, áðrenn árið var

liðið.

Gev tær far um, at lendið, her vit ganga, eru

gamlir torvheiðar.

Tá tú hevur sneitt suður um Líðarrøkur 4, fáa

vit eitt vakurt útsýni yvir Dunjavatn 5, við Stóru

og Lítlu Dímun og Suðuroynni í baksýni. Eisini

síggja vit Salthøvda og Sands bygd. Norðanvert

Stóru Dímun er Øssursdrangur, nevndur eftir

Øssuri Havgrímssyni, høvdingi í víkingaøld,

sum Sigmundur Brestisson drap í valdstríði.

Sunnan fyri drangin er Grønaskor. Øssur bað um

at verða grivin, soleiðis at høvdið vendi móti

Grønuskor. Er sýnið gott, sæst heilt til Mykines.

Høgrumegin er Skúvoyggin. Í Skúvoy er vakurt

og áhugavert at ganga út á Høvdan til Fagradals.

Oman fyri Skarvanes verður farið inn um tað

liðið, ið er nærri ánni. Gakk oman millum ánna

og SEVmastrina og ikki gjøgnum bøin.

Av Skarvanesi til Dals.

Á Skarvanesi eru tveir vegir, ið ganga javnfjarðir.

Far suður eftir tí ovara. Vegurin endar við ein

niðurdotnan grótgarð, uttan fyri hann byrjar gøtan

til Dals. Um Dalsrók 6, umleið ein hálvan kilometur

frá Skarvanesi er eitt stutt petti eitt sindur

bratt niðurfyri. Annars gongur gøtan so líðandi

niðaneftir til Handasta Varða 7. Meðan tú gongur

niðan til Handasta Varða, sært tú høgrumegin út

yvir eitt stórt mýrilendi og Vatnsdalsvatn. Eftir

síðsta varða í Dali, verður gingið eftir koyrivegnum

oman í bygdina.

Leið 601 koyrir úr Dali til Skopunar.

12

5

4

6

3

1

2

7

15

16

Tíð: 2 tímar

Torleiki: Miðal. Eitt sindur tungt upp Káragjógv. Haðani

er lættgongt. Túrurin er ikki vælegnaður fyri

fólk, ið eru bangin fyri hæddum.

Longd: 6,5 km

Hædd: Upp í 350 m

Kort: 403 og 503

HVALBA - TRONGISVÁGUR

Leið 702 koyrir úr Sandvík og av Tvøroyri til

Hvalbiar.

Gøtan byrjar á Fitjunum vestan fyri Nes í

Hvalba. Fyrst gongur tú fram við stikinum millum

bøin og hagan niðan á Lítla Hamar 1. Uppi á

hamrinum er ein steinløgd gøta, sum nú er vallað.

Hon eitur Prestgøta, helst tí, at hon er so

breið, at ongantíð var neyðugt hjá presti at fara

av hestinum. Gøtan gongur niðan í Káragjógv,

har Kári prestur segðist detta oman. Upp gjónna

er gøtan stundum brøtt, men tó ikki torfør at

ganga. Tað tekur umleið ein hálvan tíma at koma

upp á fjallið.

Komin uppá sært tú Hvalbiarfjall framman

fyri tær. Gongur tú eftir varðunum, er fyrsta

høvdin, tú kemur til, Lítli Íslendingur 2 og beint

vestanfyri eru Sigmundarsteinar 3. Teir eita Sigmundur,

Tórður og Einar. Gongur tú millum

teirra, verður tú antin gamal í stundini, ella

gongur tú ikki av árinum. Søgnin sigur, at Sigmundur

Brestisson hevur borið steinarnar niðan

higar. Sigmundur var víkingahøvdingi og er

kendur úr Føroyingasøgu. Hann búði í Skúvoy

umleið ár 1000. Størsta bragd hansara var at

svimja úr Skúvoy til Sandvíkar – tað mesta av

teininum við tveimum monnum á bakinum.

Komin niðan á Íslending 4, eina høvd við varðan,

ið stendur hægst, er stórsligið útsýni. Hiðani

síggjast Dímunarnar báðar, Skúvoyggin, Sandoyggin

eystanfyri. Vestanfyri sæst ein partur av

Hvalbiar bygd, Norðbergsvatn, Norðbergseiði

og Grímsfjall í baksýni. Slætt er nú at ganga suður

á Mannagjógv. Triði varðin eftir Miðjufjalli

hevur sína egnu søgu. 1. desember 1917 fór ein

hvalbingur av Tvøroyri til Hvalbiar. Veðrið var

gott, men tá hann hevði gingið eina góða løtu,

kom kavaódn á hann. Hann tordi ikki at halda

áfram, men steðgaði við henda varðan. Fyri at

halda hitanum fór hann at taka varðan niður og

laða hann upp aftur í teirri vón, at fólk skuldi

koma at leita eftir honum. Eftir drúgva tíð, tá ið

hann hevði mist vónina um at fáa hjálp og hevði

sett seg, komu menn fram á hann og fingu hann

í øllum góðum til Hvalbiar.

Hálva leið millum Hvalba og Mannagjógv

hevur tú eitt einastandandi útsýni yvir Vatnsdal

og Vatnsdalsvatn við tveimum hólmum. Har er

nógvur fuglur.

Av Mannagjógv gongur gøtan oman til Trongisvágs.

Leið 702 koyrir úr Trongisvági til Sandvíkar,

Tvøroyrar og Drelnes.

13

1

2

3

4

Tíð: 4 tímar

Torleiki: Tungt. Tungt er at ganga niðan á Mannaskarð

og Vágsskarð. Komin niðaná er lættgongt.

Longd: 6,6 km

Hædd: 30 m - 420 m

Kort: 503 og 502

ØRAVÍK – VÁGUR

Leið 700 koyrir úr Sumba, Vági og av Tvøroyri til

Øravíkar. Leið 703 koyrir úr Fámjin og Froðba.

Í Øravík gongur tú fyrst einar 100 m eftir vegnum

til Fámjins. Vinstrumegin er ein vegur. Tá tú hevur

gingið knappar 200 m niðan eftir honum, kemur tú

til hagaportrið. Hiðani sæst niðan á Mannaskarð,

har gøtan eisini gongur.

Gøtan gongur fram við Tinggilinum Upp millum

Stovur 1, har hildu suðuroyingar í gomlum døgum

ting. Landslagið her, nevnt dysjar, er sermerkt við

gilum og hvøssum ryggum. Eisini er Tingborðið og

søgnin um húskallurin í Hvalba, Snæbjørn. Hann

varð dømdur fýra ár at arbeiða í jarni á Bremerhólmi,

fyri at hava keypt unnustu síni turriklæði

umborð á loynikeypsskipi. Snæbjørn var ónøgdur

við dómin og ætlaði at sláa dómaran kaldan, men

rakti fútan so at hann doyði. Snæbjørn flýddi av

tingstaðnum, og livdi leingi friðleysur ymsastaðni í

Suðuroy.

Drúgt er at ganga úr Tinggilinum og niðan á

Mannaskarð. Síðsti teinurin er grýtutur, verð varin,

so at steinar ikki fara á rull! Uppi á Mannaskarði er

frálíkt útsýni yvir Dalin, Vatnsnes og Bessavatn. Har

Hovsá rennur úr Vatnsnesi, bygdi SEV í 60 árunum

eina byrging og boraði ein tunnil úr Vatnsnesi og

oman í Botn 2 til SEV verkið í Vági. Tey ala laks og síl

í vatninum. Tú sært røðina, sum har suðuri gongur

úr Vágfelli. Síðani kemur Vágsskarð, sum henda

gøtan eisini gongur um, og Hvannafelli. Á høgru

hond hevur tú Borgarknapp sum líkist eini miðaldarborg.

Fýra kommunur hava mark í Borgarknapp:

Hovs, Porkeris, Vágs og Fámjins kommuna.

Millum vøtnini gongur gøtan eftir Vatnaryggi 3.

Umframt at har er nógvur heiðafuglur, so skuldi

vera tiltikið nógv huldufólk her. Hovbingar høvdu

gott samband við tey fornisku, og ein hovbingur

segðist hava fingið børn við eini huldukonu. Ein

dagin hovbingurin og kristni sonur hansara vóru út

at rógva, bjargaðu mamman og huldusynirnir teimum.

Eystanfyri (vinstrumegin) gøtuna á Vatnaryggi

er Ærgidalur 4. Har hevur Føroya Fornminnissavn

grivið út húsatoft, sum er partur av einum ærgi

(sæter á norskum) úr víkingaøld. Tá var vanligt, at

fólk búðu í haganum um summarið, meðan neytini

lógu úti. Í Hovi var í víkingaøld gudahov, - halgidómur,

har tey blótaðu, tað er at ofra til norrønu

gudarnar.

Søgnin sigur, at skálkurin Snopprikkur reið eftir

hesi gøtuni til Hvalbiar undan laðangarðsbóndanum.

Snopprikkur hevði stolið bóndans hest í

Sumba.

Tá tú ert komin um Vágsskarð, gongur gøtan so

líðandi omaneftir, til tú kemur til Hvannadal 5. Har

er eitt sindur bratt at ganga oman. Varðarnir ganga

oman til Hvanndalsá. Eystan fyri ánna, einar 50 m

oman fyri har, sum tú fert um hana, er eitt byrgi. Tað

er eitt inngirt hagastykki, sum fyrr varð nýtt til

fremmandan seyð, sum skuldi hagfestast (venja seg

við hagan). Tú gongur oman til Vágs vestan fyri viðarlundina.

Gev tær far um farvegin eftir ein gamlan

grótgarð niðri við ánna. Úr Vági koyrir leið 700 til

Sumbiar og Tvøroyrar.

14

2

1

4

3

5

17

18

HENTAR ADRESSUR

Norðuroyggjar

Norðoyar Kunningarstova

FO-700 Klaksvík

Tel 456939

Fax 456586

info@klaksvik.fo

Eysturoy

Kunningarstovan í Saltangará

FO-600 Saltangará

Tel 449449

Fax 449180

infoey-r@post.olivant.fo

www.framtak.com/eysturoy

Kunningarstovan í Fuglafirði

FO-530 Fuglafirði

Tel 444860

Fax 445180

infoey-f@post.olivant.fo

www.framtak.com/eysturoy

Streymoy, Nólsoy, Hestur og Koltur

Kunningarstovan

Niels Finsens gøta 13

FO-100 Tórshavn

Tel 315788/227039

Fax 316831

www.visittorshavn.fo

torsinfo@post.olivant.fo

Aldan Ferðaráð Føroya

undir Bryggjubakka 17, P.O.Box 118, FO-110 Tórshavn

Tel +298 355800, fax +298 355801

tourist@tourist.fo

www.tourist.fo

Vágar - Mykines

Vága Kunningarstova

FO-370 Miðvági

Tel 333455

Fax 333475

vagar@post.olivant.fo

Sandoy, Skúvoy og Stóra Dímun

Sandoyar Kunningarstova

FO-210 Sandi

Tel 361836/222078, fax 361256

www.visitsandoy.fo

sandinfo@post.olivant.fo

Suðuroy

Suðuroyar Kunningarstova á Tvøroyri

FO-800 Tvøroyri

Tel 372480

Fax 371814

sout-inf@post.olivant.fo

Suðuroyar Kunningarstova í Vági

FO-900 Vági

Tel 374342

Fax 373539

infovag@post.olivant.fo

Almennur flutningur

Strandfaraskip Landsins

Yviri við Strond 4, P.O.Box 88, FO-110 Tórshavn

Tel 343030, fax 343003

ssl@ssl.fo

www.ssl.fo

Atlantic Airways (tyrlan)

Flogvøllurin í Vágum, FO-380 Sørvági

Tel. 341060, fax 341061

booking@atlantic.fo

www.atlantic.fo

Kunningardiskurin

Kunningardiskurin á Flogvøllinum

FO-380 Sørvági

Tel 353300/216868, fax 353301

diskurin@post.olivant.fo

Túrfyriskiparar

MB-tours

Tel 322121, fax 322122

mb@mb.fo, www.mb-tours.com

Faroe Trekking

Tel 320404

www.trekking.fo, trekking@trekking.fo

Ferðaleiðarafelagið

Tel 22 32 49

GreenGate Incoming

Tel 350520, fax 350521

info@greengate.fo, www.greengate.fo

Smyril-Line Incoming

Tel 345900, fax 345950

incoming@smyril-line.fo, www.smyril-line.fo

Flogfelag Føroya Incoming

Tel 332955, fax 332310

hotel@ff.fo, www.flogfelag.fo

Aðrir fyriskiparar

Nógvir einstakir túrar verða fyriskipaðir kring landið,

eitt nú út á Stakkin og aðrastaðni. Kunning um túrar

fæst á www.kunning.fo og á kunningarstovunum. Í

økisfaldaranum fært tú eisini eitt yvirlit yvir ymsar

fyriskipaðar túrar.

Gongufeløgini

Gongufeløg eru knýtt at flest øllum kunningarstovunum

í Føroyum. Feløgini skipa fyri gongutúrum

kring allar Føroyar, og øll eru vælkomin at melda seg

sum lim. Ert tú limur í einum gongufelag, kanst tú

melda teg til túrarnar hjá hinum gongufeløgunum

kring landið. Eitt minni gjald er knýtt at einstøku

túrunum.

08

Vegur

Tunnil

Undirsjóvartunnil

Tunnil í gerð

Ferjur

09

06

07

13

05

02

03

14

10

04

12

11

01

V

N

S

E

Bókahandlar sum selja føroyakort

H.N. Jacobsens Bókhandil, Tórshavn

Tel 311036

SMS, Bókasølan, Tórshavn

Tel 319575

Hjalmar Jacobsens Bókahandil, Tórshavn

Tel 311584

Bókabúðin, Saltangará

Tel 449292

Alfabókahandilin, Klaksvík

Tel 455533

Leikalund, Klaksvík

Tel 457151

Eldhús, Sandur

Tel 36 10 02

Suðuroyar Heimavirki, Vágur

Tel 373960

Kunningarstovurnar selja eisini kort.

Pløgg og útgerð

Klædna- og ítróttahandlarnir kring landið hava stórt

úrval av útgerð. Meiri fæst at vita um teir á kunningarstovunum.

Føroyskar sagnir

Í faldaranum verður víst á nakrar sagnir, ið hava samband

við gongutúrarnar. Staðkend fólk og ferðaleiðarar

duga at siga frá sagnum, og á bókasøvnum kring

landið ber til at læna bøkur um søgur og sagnir í

Føroyum. Bókasølurnar selja eisini bøkur við sagnum

og søgum úr Føroyum.

Ferðaráð Føroya

undir Bryggjubakka 17 · Postsmogu 118 · FO – 110 Tórshavn

Tel 355800 · Fax 355801 · tourist@tourist.fo · www.tourist.fo

www.visit-faroeislands.com

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!