25.01.2015 Views

Kvalitetsmåling i psykiatrien i de nordiske lande - Dansk Psykiatrisk ...

Kvalitetsmåling i psykiatrien i de nordiske lande - Dansk Psykiatrisk ...

Kvalitetsmåling i psykiatrien i de nordiske lande - Dansk Psykiatrisk ...

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Í frágreiðingini verða sostatt lýstar allar dygdarábendingar, ið nýttar

verða í ymsu Norðurlondunum innan hesi øki í sálarsjúkufrøðini, tá hugsað

verður um viðgerð av sjúklingum í sjúkrahúsviðgerð og

útistovuviðgerð í sambandi við hesa. Í frágreiðingini verða harumframt

víst ítøkilig dømi um dygdarmátingar við støði í ábendingum í ymisku

londunum til tess at lýsa nýtsluna av ábendingarmátingum fyri dygdarmenning

innan sjálarsjúkufrøði í Norðurlondum.

Frágreiðingin sýnir, at á nøkrum økjum ber til at fáa til vega dáta, so

til ber at samanbera tvørtur um norðurlendsk landamørk, meðan tað á

øðrum økjum bert eru tøk dáta í minni mun. Hetta ber í sær, at tað

framvegis á fleiri økjum er tørvur á at menna felags norðurlendskar

ábendingar. Frágreiðingin lýsir somuleiðis tørvin á munandi virksemi til

tess at tryggja dygdina á dátum. Hetta ber í sær, at ein røð av úrslitum

neyvan eru eftirfarandi, lutvíst tí at dáta verða gjørd upp so ymiskt í

Norðurlondum, og lutvíst av tí at dáta innan ávís øki bert eru til taks í

avmarkaðari nøgd.

Frágreiðingin skjalprógvar, at í Norðurlondum eru stórir møguleikar

at máta og monitorera veitingardygd heilsuverksins innan sálarsjúkufrøði.

Í alheimshøpi er hetta økið ikki væl lýst. Norðurlond eru tí millum

teirra, sum eru komin longst, tá ið dygd verður mátað. Orsøkin til hetta

er, at dygdarmenning í Norðurlondum verður raðfest høgt, umframt at

Norðurlond hava eindømismøguleikar fyri dygdarmáting í sálarsjúkufrøðini,

lutvíst av tí at vælvirkandi heilsuskráir eru skipaðar, og lutvíst tí

at til ber at fáa til vega dáta fyri einstaka sjúklingin.

Sostatt er neyvan ivi um, at Norðurlond í stóran mun kunnu geva

íkast til íblástur og samstarv um dygdarmeting grundað á dygdarábendingar

innan sálarsjúkufrøðina á alheimsstøði.

142 Kvalitetsmåling i psykiatrien

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!