25.01.2015 Views

Kvalitetsmåling i psykiatrien i de nordiske lande - Dansk Psykiatrisk ...

Kvalitetsmåling i psykiatrien i de nordiske lande - Dansk Psykiatrisk ...

Kvalitetsmåling i psykiatrien i de nordiske lande - Dansk Psykiatrisk ...

SHOW MORE
SHOW LESS

You also want an ePaper? Increase the reach of your titles

YUMPU automatically turns print PDFs into web optimized ePapers that Google loves.

Samandráttur

Norðurlendska ráðharraráðið setti í 2007 í verk verkætlanina:

Norðurlendsk dygdarmeting í heilsuverkinum, ið fevndi um fýra

partsverkætlanir, hvørs endamál vóru í verkætlanartíðarskeiðinum at

menna og lýsa felags norðurlendskar:

1. Heildar- og sjúkuserkendar dygdarábendingar

2. Dygdarábendingar fyri munn- og tannheilsu

3. Sjúklingatrygdarábendingar

4. Dygdarábendingar fyri sjúklinganøgdsemi

Úrslitini frá verkætlanini komu í 2010 í eini felags frágreiðing við úrslitum

frá teimum fýra verkætlanunum við heitinum: Nordisk kvalitetsmåling

i sundhedsvæsenet TemaNord 2010:572 (1).

Í verkætlanartíðarskeiðnum varð avgjørt, at felags norðurlendskar

dygdarábendingar fyri sálarliga heilsu skuldu lýsast í eini serligari

frágreiðing í tíðarbilinum frá september 2010 til juli 2011. Hendan

frágreiðing er úrslitið av hesi viðgerð.

Yvirskipaða endamálið er at veita norðurlendskum borgarum, politikarum,

heilsustarvsfólki og heilsumyndugleikum møguleikan at meta

um og bera saman veitingarnar í heilsuverkinum tvørtur um norðurlendsk

landamørk, umframt at eyðmerkja øki, har ið Norðurlond kunnu

læra hvørt av øðrum við tí endamáli at bøta um veitingardygd heilsuverksins

fyri tey, ið alt snýr seg um, nevnliga sjúklingarnar.

Verkætlanarbólkurin skuldi gera uppskot til ábendingar, sum kunnu

gerast grundarlag undir skráseting og monitorering av dygdini í veitingum

heilsuverksins í Norðurlondum innan sálarsjúkufrøði.

Verkætlanarbólkurin gjørdi av at taka við allar dygdaábendingar, ið

verða nýttar til tess at lýsa dygdina í veitingum heilsuverksins í norðurlendsku

heilsuverkunum, tá ið hugsað verður um sjúkrahúsviðgerð, umframt

møguligar ábendingar, ið væntast kunnu at verða settar í verk í

Norðurlondum í næstu framtíð á hesum økjum:

Heildarábendingar innan sálarliga heilsu

Tvingsilsatgerðir ECT (Electro Convulsive Therapy)

Sinniskloyving (Skizofreni), vaksin, børn og ung

Tunglyndi (hóvsamt til miðaltungt tunglyndi í sjúkrahúsviðgerð)

Bipolar (Tvípólað) sjúka

ADHD (Attention Deficit/Hyperactivity Disorder)

Dygd, ið sjúklingar og avvarðandi hava upplivað

Hooray! Your file is uploaded and ready to be published.

Saved successfully!

Ooh no, something went wrong!